Skattalætti
? Tað er ómetaliga ringt at síggja, hvussu vit skulu kunna gjøgnumføra ein skattalætta, sum støðan í samfelagnum er í løtuni.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður nú við Sosialin.
Eitt tað fyrsta, sum hendan samgongan lovaði, tá ið hon tók við, var annars at lækka skattin.
Men longu nú, tað eru ikki meiri enn tríggjar vikur farnar av arbeiðsskeiðnum hjá samgonguni, er hon farin at draga í land.
Fyri Sosialinum í dag noyðist Jóannes Eidesgaard, Løgmaður, at ásanna, at ætlaði skattalættin helst verður av ongum.
?Soleiðis, sum støðan í samfelagnum er nú, verður ómetaliga trupult at síggja, hvussu tað skal bera til at fíggja ein skattalætta, sigur løgmaður.
Hann sigur, at støðan í samfelagnum er versnað nógv í seinastuni og sum útlitini eru nú, dugir hann ikki at síggja møguleikarnar fyri at lata ein skattalætta.
Mugu finna fígging
Samgongan hevði sett sær fyri at lata skattalætta fyri 60 milliónir um árið í hesum valskeiðnum, ella fyri 240 milliónir tilsamans.
? Men ein og hvør skattalætti skal fíggjast og sum støðan í samfelagnum er nú, ber illa til at síggja, hvussu tað skal bera til at fíggja ein skattalætta, sigur Løgmaður.
Men hvat varð so av páhaldinum um, at ein skattalætti er sjálvfíggjandi. Nógvir politikarar, bæði í sambandsflokkinum og fólkaflokkinum hava ferð eftir ferð ført fram, at verður skatturin lækkaður, fær fólk betri hug at arbeiða og úrslitið er, at skattainntøkurnar hjá landinum veksa, hóast skatturin lækkar?
? Ja, hetta er ein teori um skattalættar. Men tað er sjálvsagt eitt mark fyri, hvussu langt, hetta er galdandi.
Verður farið út um hetta markið, skal fígging finnast til hendan skattalættan og hann kann bara fíggjast við peningi, sum er til avlops, ella við sparingum.
?Hetta ein fortreyt fyri hesi teori, er, at trot er á arbeiðsmegi, so at tað verður lættari at eggja fólki til at arbeiða meir, tá ið skatturin lækkar, tí so hava tey meiri eftir til sín sjálvs
? Men tíverri sær út til, at tað er eitt ávíst arbeiðsloysið í Føroyum í løtuni. Og sleppa fólk ikki til arbeiðis, ger tað heldur ikki mun hjá teimum at skatturin lækkar.
Tí heldur løgmaður, at ein sum støðan er í løtuni, má ein skattalætti tengjast at møguleikanum fyri at fíggja hann. Og tað er hetta, sum løgmaður ikki dugir at síggja møguleikarnar fyri í løtuni.
?Fíggjarligu útlitini hjá landinum síggja ikki serliga bjørt út í løtuni og tað verður eitt hart baks at fáa eina forsvarliga fíggjarlóg fyri í ár.
Og sum er, bendir onki á, at gongdin fer at broytast tey næstu árini.
?Fiskiskapurin er góður, men prísirnir eru falnir nógv. Alivinnan er í andaleypi og fyri fyrstu ferð síðani kríggið er hall á roknskapinum hjá Føroya Sparikassa.
? Beint nú er tað sostatt ringt at fáa eyga á, hvussu tað skal bera til at gjøgnumføra ein skattalætta.
Gongur skjótt báðar vegir
Løgmaður uggar seg tó við, at í Føroyum gongur tað ómetaliga skjótt hvønn vegin.
? Støðan er versnað rættiliga brádliga og tær kunnu eisini batna líka brádliga aftur og tá er støðan eisini ein onnur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men vistu tit ikki undir valstríðnum og undir samráðingunum um samgongu, at afturgongd var í búskapinum og var tað tí ikki ábyrgdarleyst at lova skattalætta?
? Eg haldi ikki, at tað var so týðiligt undir valstríðnum. Undir samráðingunum um nýggja samgongu, var tað týðiligari og tí varð skattalættin í fyrsta umfari skotin út til 2005.
? Sjálvandi hevur samgongan sett sær nøkur mál, men ein fortreyt fyri at røkka øllum hesum málum er sjálvsagt, at vit verða før fyri tí fíggjarliga og tað er eisini galdandi fyri skattalættan.
Kunnu vit so tvørturímóti vænta, at samgongan tvørturímóti fer at hækka avgjøld, ella at seta avgjøld í gildi fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman?
?Tað liggur ikki í kortunum í løtuni, men tað er ómøguligt at siga, hvat kann verða neyðugt, sigur Løgmaður.