Føroyska samfelagið misti í fjør umleið 180 milliónir krónur í skattainntøku, tí føroyingar rindaðu sín skatt uttanlands, heldur enn í Føroyum. Tað vísir ein meting frá Fíggjarmálaráðnum.
Talan er um føroyingar, sum búgva í Føroyum, men arbeiða uttanlands.
Sambært tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum forvunnu føroyingar tilsamans 750 milliónir krónur uttanlands í fjør. Av hesum rindaðu teir bara 70 milliónir krónur í skatti í Føroyum.
Um teir vórðu skattaðir sum vanligir løntakarar á landi í Føroyum, hevði skattainntøkan frá teimum veri umleið 250 milliónir krónur. Munurin – skattamissurin – er 180 milliónir krónur.
Tí vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum broyta norðurlendsku tvískattaavtaluna, soleiðis at skatturin fellur til gjaldingar har fólk búgva, heldur enn har tey arbeiða.
Jørgen Niclasen leggur tó dent á, at talan verður ikki um at knokkroyta nakran, um tað eydnast at sleppa at krevja skattin inn í Føroyum av føroyskum inntøkum í hinum norðurlondunum.
– Tað skal loysa seg at arbeiða, og tað skal eisini loysa seg at arbeiða í útlandinum og búgva her, sigur Jørgen Niclasen.
Umframt tey, sum arbeiða og gjalda skatt uttanlands, koma teir mongu føroyingar, sum arbeiða undir ymsum serskatta-skipanum. Eitt nú sigla nógvir føroyingar við skipum í donsku, altjóða skipaskránni, DIS. Har verður hýran goldin sum ein nettoløn, og tí gjalda hesir føroyingar als ongan skatt, hóast teir búgva í Føroyum.
Í Sosialinum í dag er stórt tema um skattapolitikkin. Tosað verður millum annað við familju, har maðurin als ikki rindar skatt í Føroyum, hóast øll familjan livir og búleikast í føroyska samfelagnum. Til ber eisini at keypa blaðið online við at TRÝSTA HER.









