Samd um nei til fólkaatkvøðuna

Sambandsflokkurin er eftir heystfundin leygardagin samdur um, at ein fólkaatkvøða í apríl bert er ein roynd hjá landsstýrinum at fáa fullveldisætlanina inn gjøgnum bakdyrnar

Ríkisrættarliga støðan og nýggja sjálvstýrisætlanin hjá landsstýrinum var eitt av høvuðskjakevnunum á heystfundi Sambandsfloksins leygardagin.

Tey 60 fólkini, sum vóru á fundinum, samdust um, at Sambandsflokkurin eigur at arbeiða fyri, at úrslitið av eini fólkaatkvøðu um nýggju sjálvstýrisætlan landsstýrisins verður nei.

? Fundurin var samdur um, at landsstýrið roynir at vinna sær ein blanco kekk fyri fullveldinum við at halda eina fólkaatkvøðu um nýggju ætlanina, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins.

Edmund Joensen heldur tað vera skeivt av landsstýrinum at skriva út eina fólkaatkvøðu, sum bindur komandi løgting. Hvat í framtíðini hendir við ríkisfelagsskapinum heldur Edmund Joensen, at komandi løgting eiga at gera av.


Ongar niðurstøður

Fleiri onnur evni vórðu eisini viðgjørd á heystfundi Sambandsfloksins. Men av tí, at talan var um ein innanhýsis fund, eru ongar almennar niðurstøður gjørdar fyri tey ymisku økini.

? Vit hava gjørt nakrar niðurstøður til innanhýsis nýtslu, sigur Edmund Joensen.

Formaður Sambandsfloksins greiðir kortini frá, at umframt ríkisrættarligu støðuna, viðgjørdi fundurin millum annað eisini fiskivinnupolitikk og samstarvið, flokkurin seinastu tíðina hevur havt við Javnaðarflokkin.

Í viðgerðini av fiskivinnupolitikkinum varð ikki farið í smálutir. Men fundurin gjørdi kortini nakrar innanhýsis niðurstøður um bæði fiskivinnu og aling.

Fundurin tók undir við samstarvinum, sum Emdund Joensen hevur havt við Javnaðarflokkin í sambandi við uppskotið um skattalætta.

Heystfundurin hjá Sambandsflokkinum varð hildin á Hafnia og vardi frá klokkan tíggju fyrrapartin til langt út á seinnapartin.