Samd og ósamd um fíggjarlóg

Nú løgtingið skal samtykkja fíggjarlóg fyri 2015, eru – sum ikki einaferð – tvey uppskot at taka støðu til, eitt frá landsstýrissamgonguni og eitt frá andstøðuni.

Nú løgtingið skal samtykkja fíggjarlóg fyri 2015, eru – sum ikki einaferð – tvey uppskot at taka støðu til, eitt frá landsstýrissamgonguni og eitt frá andstøðuni.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini mælir til eitt uppskot, ið gevur 139,7 milliónir krónur í halli, meðan hallið í uppskotinum frá andstøðuni, er heldur minni, 94,3 milliónir krónur.

Í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi vóru Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini og tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Kristina Háfoss, limur í fíggjarnevndini og tingkvinna fyri Tjóðveldi, í rásarúminum og kjakaðust um fíggjarlógina.

Hoyr orðaskiftið teirra millum við at trýsta á pílin undir myndini.