Sambandsflokkurin og fólkatingsvalið

Sambandsflokkurin var tann fyrsti sum legði út í valsendingunum í Útvarpi Føroya.

 

Umboð sambandsfloksins, sum mangan hava verið tey sum á ein virðiligan hátt, hava borið fram boðskap teirra uppundir val, sleptu virðiligheit síni í hálva tímanum, sum tey høvdu í útvarpssending síni tískvøldið 12.novembur.

At boðskapur sambandsfloksins er ein boðskapur um at føroyingar als ikki sjálvir klára at breyðføða seg, men mugu royna at klára seg, við tí sum skiftandi danskar stjórnir finna fyri gott at senda hendan vegin, er ikki óvirðuligt, tí hetta altíð hevur verið hugsjónarligi stoltleiki sambandsfloksins.

Men tá valevni sambandsfloksins fara so langt, at lata fólk sita eftir við einari aðrari fatan av verunleikanum enn tað sum er rætt, so blaka teir virðuligheitina fyri borð.

Alfred Olsen, eitt av valevnum sambandsfloksins, segði í síni framløgu, at sitandi samgonga vildi frátaka føroyingum møguleikan at fáa sjúkraviðgerð í Danmark.

Undirtónarnir í hesum pástandi vóru teir, at um vit fáa sjálvstýri í Føroyum, so er hesin møguleiki burtur.

Sjúkraviðgerð í Danmark er als ikki goldin av dønum, men av okkum sjálvum. Tað sama ger seg galdandi fyri føroyingar á stovni í Danmark, rokningin verður send til føroyska heimastýrið.

Útreiðslurnar fyri sjúkraviðgerð uttanlands eru at finna á fíggjarlóg landsins og eru tær hækkaðar munandi seinnu árini.


Á fíggjarlógaruppskotinum til 2002 eru avsettar 60.555 milliónir til hetta endamál. Tá flutningur landanna millum og uppihald á Hotel Tórshavn er tikið frá, so liggur ein upphædd uppá góðar 41 milliónir eftir, sum er gjald fyri viðger av sjúklingum, sum vit ikki meta okkum føran fyri at viðgera í Føroyum.

Henda upphædd er í langtíðarfíggjarlógini hækkað við 1.211 milliónum til 2003.

Einki kann vera meiri óvirðiligt, enn tað at misnýta tey sum eru veik og sjúk í einum valkampi, men hetta upplivdu vit so tískvøldið 12.novembur tíverri.