Síðani løgtingsvalið hava bæði formaður Sambandsfloksins, onnur úr flokkinum eitt nú Kaj Leo Johannesen og ikki minst málgangn floksins, Dimmalætting, funnist at ódemokratisku framferð Fólkafloksins og samgongunar.
Tað tykist ikki sum hesi skilja munin á at kenna seg ótrættvíst viðfarnan og hinumegin vanlig lógar- og rættarviðurskifti.
Tað er munur á at kenna seg órættvíst viðfarnan og at halda, at hetta samfe-lagsliga júst er ódemo-kratiskt ella kanska verri, eitt diktaturumhvørvi.
Føroyska samfelagið er sera viðbrekið. Ofta stutt er millum upp- og niðurgongdir. Skjótt er frá ovurnýtslu til hóttafall.
Vísiliga er tí staðfest í føroysku stýrisskipanini, at hevur stýri ikki meiriluta ímóti sær, verður løgmaður sitandi og ger sínar royndir at fáa ein meiriluta at halda fram.
? Soleiðis er eisini í øðrum londum, har tey hava siðvenju í minnilutastýrum.
Hetta gevur støðufesti og er gott fyri menningina.
Ábrygdarleyst at latið frá sær
Um so var, at formaður Sambandsfloksins sat í sama sessi sum formaður Fólkafloksins, og annar flokkur var størri, trúgvi eg neyvan, at hesin bara hevði latið frá sær, um hann ikki hevði meiriluta ímóti sær. ? Tað hevði verið ábyrgdarleyst.
Sekstan og sekstan er einaferð tað sama. - Seytjan er meiri enn fimtan.
Tað hjálpir tí ikki at ganga í tí trúgv, at er ein flokkur størstur, liggur leiðin opin.
Tykist órættvíst men er ikki ódemokratiskt
Eftir seinasta kommunuval, var Fólkaflokkurin í Klaksvík nógv størsti flokkur. Eg fekk sjálvur fimta valið á rað nógv flestar atkvøður, meiri enn nakar annar nakrantíð hevur fingið til eitt kommunuval her.
At Tjóðveldisflokkurin og Steinbjørn O. Jacobsen saman við Javnaðarflokkinum og Gamla Sjálvstýri í felag fingu hektað Fólkaflokkin og meg av, somu løtu valúrslitið fyrilá, og eg ikki hevði nakran møguleika sum nógv størsti flokkur við nógv flestum persónligum atkvøðum at koma til máls, kundi tykjast órættvíst, og tyktist órættvíst fyri minst 30 til 40% av fólki í Klaksvíkar kommunu, men eg kendi tað ongantíð sum ódemokratiska framferð. ? Har var talan um seks av ellivu limum, og seks er einaferð meiri enn 5.
Eg hevði einki, og havi einki annað at gera, enn at arbeiða fyri teimum málum vit hava sett okkum, við teimum hugsjónum og evnum vit einaferð hava.
Nýtið skapanarevni - mennið hugsjónirnar
Eisini hugsaði eg í umdystinum Svøríki - Senegal í 1/8 finaluni, at Svøríki rakti á stólpan og út, meðan senegalesar fingu stólpan og inn, og komu víðari.
So lítið sum hetta hevur við ódemokratiska viðferð at gera, hevur framferð Fólkafloksins yvirfyri Sambandsflokkinum at gera. ? Men hetta kann tykjast órættvíst.
Nú fagnaðurin í samband við at Sunleif Rasmussen fekk Norðurlanda-tónlista-prísin var í Norðurlandahúsinum í Føroyum, kundi roknast við, at limir føroyinga í Norðurlandaráðnum vórðu bodnir við. ? Tað vóru teir ikki.
Hetta kann tykjast eitt sindur órættvíst ? ella kanska lítið umhugsað ? men tað hevur líka lítið við ódemokratiska framferð at gera, sum viðferð Fólkaflokksins hevur verið yvirfyri Sambandsflokkinum.
Tí heiti eg á Sambandsflokkin - sum ein borgarligan flokk - at brúka síni evni og sínar hugsjónir at vinna føroyingum longur á leið í menningini, heldur enn at at vera uppsteðgaðir í at kalla tað ódemokratiskt, sum ein sjálvur heldur tykjast vera nakað órættvíst. ? Eisini at Tjóðveldisflokkurin møguliga gjørdi Sambandsflokkin til størsta flokk.
Farið annars inn á heimasíðuna www.get.to/keldu
Teldupostur: keldu@post.olivant.fo