Eingin einstakur politikkari hevur so nógv sum Edmund Joensen, sum løgmaður frá 1994 til 98, stuðlað uppundir loysingarveingin, og eingin politiskur flokkur hevur givið loysingarrørsluni so nógvan vind í seglini sum júst Sambandsflokkurin. Teirra fastlæsta støða, um at einki skal broytast í ríkisrættarligu støðuni, hevur lagt ótrúliga nógv brenni til loysingareldin, og tað er heilt víst, at hevði Sambandsflokkurin verið meira moderatur og dynamiskur, tá tað snúði seg um viðurskiftini við Danmark, so hevði støðan í dag verið heilt ein onnur.
Tískil er tað ørkymlandi at síggja, at júst hesin flokkur verður valdur sum mótpolur til loysingina, tí eitt er vist, at fær hann makt, sum hann hevur akt, so kunnu vit vera rímiliga vís í, at als einki hendir, og vit fáa somu faslæstu støðu komandi árini, sum vit hava havt seinastu árini.
Ein sterkur Sambandsflokkur gevur ein sterkan Tjóðveldisflokk, men onga loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Ein sterkur Tjóðveldisflokkur gevur ein sterkan Sambandsflokk, men ogna loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Hetta ljóðar kanska løgið, men er tó søguliga próvfast. Teir halda í veruleikanum lív í hvørjum øðrum.
Loysnin liggur millum hesar báðar flokkar, og hesa loysn umboðar Javnaðarflokkurin.
Tí er tað umráðandi, at veljararnir nú veruliga hugsa seg um og spyrja, hvør flokkur hevur sum eingin annar forðað fullveldisgongdini? Hvør flokkur hevur veruliga verið tað bullverkið, sum steðgaði loysingarfólkunum? Jú, tað hevur Javnaðarflokkurin verið. Við sínum treiskna og áhaldandi stríði bæði á Løgtingi og á Fólkatingi hevur Javnaðarflokkurin talað ímóti hesum ørskapi.
Og tað vilja vit framhaldandi gera, men vit fáa bert gjørt tað, um tit sum veljarar vísa okkum álit.
Men umframt at halda fullveldisgongdini skák í mát, so kunnu vit eisini vísa á ta leiðina, sum ein meiriluti av okkara fólki ynskir, nevniliga sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Og fáa vit saman við øðrum framt hesa loysn, so verður eisini friður um hetta mál, og vit kunnu fara í holt við veruligan politikk.
Sjálvandi kann tað vera trupult at heilgardera seg í politikki, men tó ber tað til við hetta valið. Ein heilgardering ímóti loysingini er at finna hjá tí flokki, sum vil inn og loysa hetta málið. Heilgarderingin er ikki at finna hjá einum flokki, sum vil seta seg hendur í favn. Vel ein flokk, sum vil út á barrikadurnar og sláast fyri sínari søk: sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
Tí skalt tú týsdagin ikki velja tær ein falskan tryggleika, men Javnaðarflokkin.