Sambandsflokkurin á aftur slóðina

Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
----------
Nýggjasta veljarakanningin er ein ómetaliga álvarslig ávaring til Sambandsflokkin um at rætta kós
Fleiri gjørdust ikki sørt kløkk av Gallup-kanningini í farnu viku, sum vísir, at veljarar í hópatali venda Sam­bandsflokkinum bakið.
Sjálvur taldist eg ikki millum tey, ið gjørdust kløkk, tí skriftin hevur staðið á vegg­inum leingi.
Politikkur floksins er seinnu árini broyttur og bliv­in kámari enn áður. Tað er eisini ein sannroynd, at tað er vorðið truplari at koma ásamt við veljarar um, at okk­ara politikkur tænir landi og fólki best.
Á ríkisrættarliga økinum og í vælferðarpolitikkinum, har ið Sambandsflokkurin al­tíð hevur verið álitið í Før­­oyum, er í dag trupult hjá fólki at síggja, um og hvussu Sambandsflokkurin vil nakað øðrvísi og betri enn aðrir flokkar. Hetta er ómetaliga álvarsamt.
Í alt ov langa tíð hev­ur flokkurin verið alt ov semju­søkjandi, og tí hev­ur hann hug at missa fóta­­­fest­ið. Slíkt síggja velj­arar beinanvegin, eisini trú­fastir sam­bands­velj­arar. Veljarakanningin doku­men­terar, at sam­band­ið við veljaran, ið er tilveru­grundarlag hjá einum og hvørjum politiskum flokki, er alt annað enn gott.
Tað er uppgávan hjá sam­bandspolitikarum at fáa rætt­að innaftur.
Kósin má og skal rættast.
Eitt er vist. Tað verður framhaldandi Sambands­flokk­urin, ið verður trygdin fyri ríkisfelagsskapinum, ið allir føroyingar njóta gott av hvønn dag.
At Føroyar verða varð­veittar sum eitt vælferðar­samfelag, har ið veikastu bólkarnir ikki mugu detta niðurímillum, fer Sam­bands­flokkurin framhald­andi eis­ini at berjast fyri.
Tá, ið aðrir flokkar skifta ham og vilja fylgja til­vildar­ligum streymum ella rákum - tá er uppgáva Sam­bandsfloksins at halda fast og vísa á røttu kósina. Júst so, sum flokkurin var vanur at gera.
Við veljarakanningini hev­­ur flokkurin fingið eina útpurring av teim­um heilt stóru og eina ómeta­liga álvarsliga ávar­ing. Boð­skapurin er fyrst og fremst, at Sam­bands­flokk­urin skal finna aftur til síni sosial-liberalu virðir og sannan sam­bandspolitikk við ríkis­felagsskapinum sum hollari grundsúlu.
Vit skulu reka sam­bands­politikk, standa saman, og ikki bakka fyri semjunar skyld. Tá ið semjur kosta grund­virðir floksins, skal haldast rimmarfast.
Mín áheitan á veljarar okkara er at standa saman um einasta sambandsflokk í Føroyum, ið má koma á aftur sosial-liberalu sam­bands­slóðina, ið roynist okkara landi og fólki best.