Sambandsflokkurin er ikki í iva. Uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan er uppskot um loysig.
»Stjørnarskipanin er loysing« er yvirskriftin í lýsing, sum Sambandsflokkurin hevur á síðu 5 í Sosialinum, sum verður sendur í hvørt hús í landinum í dag.
– Sonevnda »stjórnarskipanin« stríðir ímóti Grundlógini, Stýrisskipan Føroya, Heimastýrisskipanini, Tingskipanini og vanligum lóggávusiði í landi okkara, skrivar Sambandsflokkurin og heldur fram:
– Hóast Føroyar longu eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, fer sonevnda »stjórnarskipanin« at bera loysingina við sær, um hon verður samtykt flaggdagin næsta ár.
– Útlitini eru, at við »stjórnarskipanini« skulu Føroyar loysa frá Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Orsøkin er, at hon stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu í Føroyum. Sannlíkt er, at »stjórnarskipanin« fer at skapa ein løgfrøðiligan og politiskan samanbrest millum Føroyar og hollu samstarvsfelagar okkara í Danmark, skrivar Sambandsflokkurin í Lýsingin.
Stjórnarskipanararbeiðið – ella grundlógararbeiðið, sum tað áður kallaðist, byrjaði undir fullveldislandsstýrinum frá 1998-2003. Allir flokkar hava verið við í arbeiðinum, sum er gjørt síðani. Í 2011 tyktist semja at vera nær. Men tá segði Lars Løkke Rasmsussen, at uppskotið var í stríð við grundlógina.
Við Sosialin 4. august í ár segði Lars Løkke Rasmussen, at uppskotið frá Akseli V. Johannesen var í lagi, tí tað setti ikki grundlógina til viks.
Les lýsing frá Sambandsflokkinum í Sosialinum her: STJÓRNARSKIPANIN ER LOYSING