Nýggj veljarakanning hjá Fynd gevur Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum ein tingsess afturat, Sambandið gerst størsti flokkur við átta tingsessum, og Tjóðveldi missir tveir. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava størstu framgongdina. Sjálvstýrið fær 7,0% og fer úr einum upp í tveir sessir, og Miðflokkurin fær heili 9,3% og fer úr tveimum upp í tríggjar tingsessir.
Sambandsflokkurin er sigursharrin við 22,5% av atkvøðunum, og Tjóðveldi hevur størstu afturgongdina. Mótvegis teimum átta tingfólkunum, sum flokkurin vann á seinasta vali, fær flokkurin einans 19,4% og seks tinglimir í kanningini hjá Fynd.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fáa hvør sínar sjey tinglimir við ávikavist 20 og 20,1%.
Samanumtikið hava tær fýra veljarakanningarnar, sum Fynd og Gallup hava gjørt í samband við løgtingsvalið komandi, givið misjøvn úrslit. Men ein afturvendandi tendensur er kortini, at teir smáu flokkarnir ganga fram, og at Sambandsflokkurin í øllum kanningunum er antin størstur ella næststørstur. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava sveiggjað nógv, meðan Fólkaflokkurin hevur ligið støðugt á knøppum 20%.