Sambært meirlutan í Málráðnum er tað føroyska móðurmálið ein illusjón!

– Vit hava hóast alt livað við tí og ment tað líka síðani landnám!

Regin Eikhólm
----

Tað kann tykjast løgið, at fólk sum eru fødd og upp­vaksin í Føroyum og líka síð­ani landnám – ættarlið eftir ættarlið - hava fingið tað føroyska málið inn við móður­mjólkini, enn ikki kunnu siga seg at eiga eitt reelt móðurmál, frælst og form­liga legaliserað við til­hoyr­andi alfabeti.
Landnámið við norð­búgv­um gav okkum tað norrøna málið, sum vit síðani undir skiftandi umstøðum hava ment til tað vit kenna í dag. Til ár 1500 vóru føroyskt, gamaltnorskt og íslendskt ikki so ólík, men tey næst 300 árini var føroyskt mestsum bara munnborið, og í hesum tíðarskeiðið broyttist tað nógv. Í tøttum samstarvi við umheimin og serliga tað euro­­peiska meginlandið gjørd­­ist tað føroyska málið eitt sjálv­støðugt og liv­andi talumál, við ávísari altjóða­gerð í sær.
Fyri at varðveita føroyskt sum sjálvstøðugt mál fram­yvir var neyðugt við einum nøktandi skrivtmáli, og tað tentativa føroyska skrivt­málið bleiv knæsett í keyp­manna­havn í 1846, har teir lærdu harrar treytaðu sær, at tað komandi føroyska skrivtmálið etymologisk skuldi hava forn norrønt sum fyrimynd, og í tí sambandi varð tað føroyska málið lagt í eina íslendska ortografi kuvøsu, og út frá tí metti man í Keyp­mannahavn, at kunna fáa eitt nøktandi føroyskt skrivt­mál.
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at tað livandi munn­borna føroyska málið, sum nú í øldir hevði notið gott av ósensureraðum vit­an­ar­streymi serliga frá Europa – bæði í andans og hand­ans dimensión, við síni menn­ing og altjóðagerð ikki kundi rúmast í tí miðaldar skrivt­bundnu íslendsku orto­grafi­ini, ið sum fráleið meira gjørdist eitt haft enn ein hjálp til sjálvhjálp fyri tað før­oyska skrivtmálið.
Skuldi tað autentiska føroyska móðurmálið í skrivt­formi vera lív lagað, mátti onkur broyting koma í, og í hesum sambandi kom eitt broytingaruppskot “Broyt­ing” frá dr. J. Jakobsen í 1895 og ein 7 manna nevnd í Føroyingafelagnum, við bæði dr. J. Jakobsen og V.U. Hamm­ershaimb sum limum, mælti til at gera nakrar av hesum broytingum, men puristiskt og nationalistiskt erkvisni forðaði fyri hesum.

Søgan endurtekur
Søgan endurtekur seg nú í Málráðnum, har ein meirluti umboðandi átta puristiskar mál-søgu-frøðingar, hevur ynski um at tvíhalda tað føroyska málið í tí gamla íslendska kuvøsumodellinum frá 1846 og við ætlan um at innflyta tað gamla íslendska alfabetið til Føroyar.
Nútíðin brúkar lingvistar sum málfrøðingar og ikki mál-søgu-frøðingar, tí teir hoyra heima á søgu­deild­ini. Hetta átti okkara menta­málaráðharri at vita, tá hann mannaði Málráðið við bert trimum nútíðar lingvistum og átta puristiskum mál-søgu-frøðingum. Ein mál-søgu-frøðingur umboðar tá­tíð­ina, meðan ein ling­vistur umboðar nú’ið og fram­tíð­ina.

Kompatibelt føroyskt alfabet
Okkara puristisku mál-søgu-frøðingar eru ikki ólíkir talibanum og teirra sharialógum – teir ræðast nú’ið, og vilja / tora ikki at síggja í eyguni, at tað altjóða gjørda føroyska málið í praksis metir danskt, norskt og svenskt sum sínar javnlíkar, men tá talan er um Ísland, so fer mest alt samskifti fram á enskum.
Tað er tí ein sjálvfylgja, at vit brúka tað vesturlendska basisalfabetið, ið er saman­fallandi við alfabetið, sum verður brúkt í danska -, norska - svenska málinum og eisini í tí enska málinum.
Reint pragmatiskt er tað neyðugt, at vit hava eitt kompatibelt føroyskt al­fabet, ið er eintýðugt í ein­um samskifti. Hetta fyri at kunna gagnnýta ta synergi­effekt, sum vit fáa av at vera tví – og trý mælt. Sum fá­ment tjóð við nógvum sam­skifti út í stóru verð og ikki minst arbeiði uttanlands er tað vesturlendska basis­alfa­betið eitt must, um før­oyskt ikki skal enda sum eitt lokalt isolerað krákumál umboðandi eina fordums mis­skilta nationalismu.

Móðurmálið? – tað er málið hjá mommuni
Ein gamal sumbingur segði: Móðurmálið? – tað er málið hjá mommuni! Ella fyri at sitera fyrrverandi leiðaran á Føroyamálsdeildini á Setri­num Eivind Weyhe: “Tann vanligi føroyingurin hevur verið alt ov bangin fyri at brúka sítt nátúrliga móður­mál av ótta fyri at hann ikki dugdi føroyskt, og móður­málið, ið skuldi verið vong­urin, ið bar flogið, gjørdist spenni­troyggjan, ið køvdi tank­an.”
At skerja okkara alfa­bet við c, q, w, x og z ger føroyingin til ein funk­tio­nellan analfabet. Okkara fak­terminologi krevur fult alfabet, tí øll fak taka natúr­l­iga orð við sær. Men okk­ara puristisku mál-søgu-frøðingar ynskja at fabri­kera síni egnu fakorð, sum teir kalla føroysk. Vit kunnu bara hyggja í eina av orðabókunum hjá hesum mál-søgu-frøðingunum ella orðafabrikantum í “donsk føroysk orðabók, Stiðin 1998” : kobling (dk) = køkja (fø), speeder (dk) = skyndil (fø), gear (dk) = gervi (fø). Á vanligum føroyskum eita tey ávikavist kobling, spitari og gir. Dømir av hesum slagi finnast í hópatali, tó treyð­ugt so, onkur brúkbar orð finnast eisini, men tað sum eyðkennir fleiri av teirra orða­bókum er, at tær eru hópin meiri kvantitativar enn kvalitativar, og flestu av teirra orðabókunum mangla rætt og slætt ein kritiskan ruddandi rættlestur av kvali­fiseraðum lingvistum fyri at kunna brúkast saman við tí føroyska móður­málinum.

Móðurmálið er ikki ein illusjón
At meirlutin í Málráðnum ræðist altjóðagerðina av før­oyska málinum, tað vita vit, og tí vilja tey fyri ein­hvønn prís halda tað før­oyska málið í tí íslendska kuvøsu­modellinum frá 1846 saman við einum amputeraðum alfa­beti.
Um vit harafturímóti lega­lisera okkara móðurmál – sum vit hóast alt hava liva við og ment síðani land­nám – so kunnu vit sam­an við alfabetinum í Móður­málsorðabókini sam­skifta um alt á føroyskum máli – eisini fakliga. Móðurmálið er her at skilja sum: “tað mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við”.
Móðurmálið er nevniliga ikki ein illusjón, sum meir­lutin í Málráðnum vil gera tað til, men tað málið sum vit til dagligt samskifta við á føroyskum.
Sambært eini nýggjari kanning (Sosialurin 07.05.14) vilja 64 % av føroyingum hava eitt normalt ABC við c,q,w,x og z, so Løgtingið kann bara konfirmera fólksins vilja og velja framtíðina.