26. mars 2003 gjørdist enn ein merkisdagur í stuttu søguni hjá Neystinum. Henda dagin undirskrivaðu Per Levring, statiónsleiðari frá Atlantic Airways, og Sylvia Levinsohn, formaður í Neystinum, eina samarbeiðsavtalu fyri 2003 og 2004.
Avtalan, ið varð undirskrivað í Neystinum í Ishøj Havn, inniber í stuttum, at Færø Regatta, sum í ár verður hildin fyri 16. ferð, í 2003 og 2004 eitur Atlantic Airways Færø Regatta.
Hartil kemur millun annað, at allir rógvarar og øll hjálparfólk fáa nýggjar troyggjur, har búmerkini hjá Atlantic Airways og Neystinum verða skrivað á.
Avtalan, sum er komin í lag við stórari hjálp frá Børge Levinsohn, er eitt herðaklapp frá einum tí best kenda felagnum í Føroyum fyri tað arbeiðið, sum Neystið ger fyri at geva limunum møguleika at rógva kapp í tí føroyska bátinum.
Umframt róðrarárini 2003 og 2004 kann avtalan leingjast við tveimum árum.
Bæði Neystið og Atlantic Airways gleða seg til samarbeiði og vóna, at tað verður gott og gevandi.
Fyri Neystið, www.neystid.dk