Týsdagin í síðstu viku stoyttu tveir bilar saman við Tjaldavík í Suðuroynni. Vegirnir eru manga staðni sera smalir á leiðini og eini bilurin fór av kós. Førarin misti valdið á bilinum, men veit annars ikki júst, hvat orsøkin var til, at bilurin ikki vildi sum førarin.
Tá so ein mótkoyrandi bilur kom ímóti, og ikki nógv pláss er á vegnum, so var samanstoyturin ikki at koma uttanum. Skaðið kom á bilarnar. Í eina bilinum var bert førarin og í hinum førarin og eitt barn. Størri persónskaði stóðst ikki av, men smærri snuddir.











