Gordon Ejdesgaard
Uppskotið hjá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um eina broyting av samansetingini av Búskaparráðnum hevur fingið nakað av umrøðu í seinastuni. Onnur uppskot hava verið frammi. M.a. at skipa fyri eini ráðstevnu í staðin fyri vanligu frágreiðingar ráðsins. Hugskotið um ráðstevnuna ljóðar gott. Men tað ljóðar minni gott at avtaka Búskaparráðið.
Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, sum stingur seg upp í uppskotinum hjá Bill Justinussen. Tað ljóðar skilagott, at fáa útlendskar búskaparfrøðingar sum part av Búskaparráðnum. Orsøkin skal helst vera at hesir ikki eru partur av nøkrum politiskum flokki ella annað kompromitterandi. Hetta minnir tó ikki sørt um eina amerikanska rættarsak, har trupult er at finna gegnigar nevningar.
Uppskotið er soleiðis háttað, at tað kann vera trupult at vera ímóti tí.
Men um ein trýr, at tað at fara á altjóða marknaðin loysir sokallaða trupulleikan við okkara lokalu búskaparfrøðingum, fer ein skeivur. Trupulleikin gerst ein annar og munandi størri. Nú skulu løgtingsmenn til at skilja millum búskaparfrøðingar sum hella til Keynes ella til dømis Milton Friedman. Frá teimum vinstrahallu til teir ultra liberalu. Óansæð valið verða teir settir í bás.
At velja búskaparráðgeving er í hesum føri ein búskaparpolitiskur spurningur. T.d. er einki at ivast í, at Torbjørn Jacobsen og Óli Breckmann er ósamdir, um teir skulu velja ein Friedmann-fjeppara sum ráðgeva. So longu her hava vit trupulleikan.
Samanbering
Ikki er heilt av leið at sammeta omanfyrinevna spurning við næmingin og lærarin. Næmingurin er ósamdur við lærarin og ynskir tískil ein annan lærara. Og kann næmingurin- Bill Justinussen- velja, ja so gera hann tað.
At broyta samansetingina er tað sama sum at koyra lærarin til hús, tí næmingurin er ósamdur við lærarin. Hvat við at givið næminginum nakað av serundirvísing? Hetta er ikki óvanligt innan skúlagátt. Hví ikki løgtingsgátt?
Hevur nakar innlit í føroyskan búskap, eru tað búskaparfrøðingarnir í Búskaparráðnum.
Tað er ikki búskaparfrøðingunum í ráðnum ella útlendingunum, nakað er galið við. Men Bill Justinussen! Geva ráðgevararnir ikki tey ráð Bill ynskir- ja, so út við teimum. Henrik Old segði tað soleiðis, at vit ótu tara í dag, um vit høvdu lurtað eftir búskaparfrøðingunum. So út við teimum! Hví ikki viðganga at fakið búskapur júst ikki er sterka síða løgtingsmanna. Og tað er heldur ikki meiningin, at so skal vera. Helst skal Løgtingið vera samansett av mongum yrkisbólkum.
Um ráðini frá útlendingum ikki passa í krammið hjá onkrum flokki, so er tað tí fremmandu búskaparfrøðingarnir ikki skilja føroysk viðurskifti. Teimum verður óiva eisini skotið í skógvarnar at vera vinsta- ella høgravendir ella okkurt heilt annað.
Grønlendingar hava roynt nakað tað sama. Tá radikalur kritikkur frá fremmandu serfrøðingunum frá OECD og m.a. M. Paldam professara kom á borðið, bakkaðu grønlendingar. Útlendingarnir skiltu jú ikki tey serligu grønlendsku viðurskiftini&. Hví skal støðan ikki vera tann sama her? Føroyskur og grønlendskur politikkur líkjast nógv í hesum sambandi: eingin skal siga okkum, hvat vit eiga at gera, um vit ikki vilja gera tað. Hetta t.d. at seta spurning við sjálvsræðisrættin (integritetin) hjá løgtingsmanningini er ein heilag kúgv í politikki. Tak dømi um at broyta valskipanina. Tað er óhugsandi, at løgtingsmenn eftir ráðum frá útlendskum búskaparfrøðingum, høvdu broytt skipanina.
Uppskotið hjá Bill Justinussen kann tykjast skilagott. Men hædd er ikki tikin fyri at trupulleikin bert verður fluttur annað stað. Og trupulleikin gerst enn størri og munandi meira kompleksur.