Tað letur til, at sjálvt Paul Watson er farin at ilskast um, at lítið hendir hvat viðvíkur grindadrápi í summar. Í seinasta tíðindaskrivinum frá felagsskapinum sigur Paul Watson, at at rættvísgera grindadráp er sum at rættvísgera neyðtøku, hópdráp og misbrúk av børnum.
Hetta seinasta tíðindaskrivið er ein roynd at møta nógvum av teimum argumentum, ið føroyingar hava ført fram í kjakinum um grindadráp seinastu tíðina, men tað er týðiligt, at Paul Watson er farin at ilskast.
Tónin í greinini er væl meiri ágangandi enn undanfarnu tíðina, og vera føroyingar lagdir undir misbrúk av børnum, tá vit geva teimum tvøst og spik at eta, at vera grammir, og ikki at vera førir fyri at skilja hugtøk sum miskunn og innlivan.
Átakið hjá Sea Shepherd hevur verið ómetaliga hendingafátækt higartil í ár. Eingin grind hevur verið, og burtsæð frá eini bjargaðari likku, onkrari bilskøvu, tveimum stolnum nummarplátum og eini øl ella tveimum í Nólsoy, so hava grindaverjanir havt lítið at skrivað heim um.
Hugsast kann, at Paul Watson við hesum roynir at loypa øði í grindina, og vónar hann kanska, at onkrir føroyingar loypa fram av í illsinni. So fær hann kanska endiliga nakrar sjónvarpsmyndir at vísa umheiminum.