Tað hevur eydnast løgregluni at avdúka nógv við avlurtingum í stóra narkomálinum. Avlurtingar, sum síðani eru spældar av í Føroya rætti í samband við dómsviðgerðina av teimum fýra ákærdu – 30 ára gomlu kvinnuni og teimum trimum monnunum, sum eru 33, 22 og 20 ára gamlir.
Tey uppmøttu í rættinum hava hoyrt langar sum stuttar samrøður, sum eru upptøkur frá bústaðunum hjá teim ymsu ákærdu. Onkutíð hevur talan verið um skeldarí um narko, aðrar upptøkur hava verið frá onkrum morgunballið, har tosað hevur verið um, hvussu onkur skal bukast av. Eisini hava verið meiri persónligar og avdúkandi samrøður, sum hava havt við sær, at láturin hevur rungað í rættarsalinum.
Ákærin hevur spurt nógv út frá tí, sum upptøkurnar avdúka og í gjár var vildi hesin fegin hava at vita, hvussu tað bar til, at ákærda kvinnan hevði fingið eyknevni Pablo Escobar, sum er navnið á einum columbianskum narkobaróni.
Upptøkur vóru spældar, har kvinnan segði seg undrast yvir, hvussu tað hevði eydnast henni at vinna sær hetta eyknevni upp á einans fýra mánaðir. Mánadagin vóru aðrar upptøkur spældar, har onnur ákærd í málinum umrøddu kvinnuna við sama eyknevni.
Men kvinnan dugdi ikki at greiða frá, hvussu hetta bar til. Einasta frágreiðingin hon kom við var, at í Føroyum eru tað sum mong, sum bera undrunarverd eyknevni.
The Boss
Ákærin heldur tó neyvan, at tað er av tilvild, at kvinnan hevur fingið navnið á einum narkobaróni úr Suðuramerika sum sítt eyknevni. Tí var ákærin eisini áhugað í at vita, hví kvinnan á aðrari upptøku umrøddi seg sum “the Boss” (stjórin, blðm.). Hetta dugdi kvinnan, Pablo Escobar ella The Boss tó ikki at svara fyri.
Ákærin spurdi so, hvat kvinnan meinti við, tá hon á eini upptøku varð fangað í at siga, at tað sum einaferð var eitt hobby var vorðið til eitt fulltíðarstarv. Kvinnan svaraði argandi, at hon var byrjað at binda eitt sindur sum frítíðarítriv, men at hetta hevði vundið so nógv upp á seg, at tað kendist sum eitt fulltíðarstarv, og at tað kundi vera hetta, sum hon sipaði til í upptøkunum.