Gev gamlari ær breyð, og hon kemur altíð aftur - ella gev ærini breyð á trappuni, og hon leitar aftur til húsini.
Nakað soleiðis varð áður sagt um seyð.
Nú er vetrarfriðað í nógvum bygdum, og tí er seyður á trappuni neyvan so vanlig sjón longur.
Men, tað er ikki bara seyður, sum kann leggjast til hús. Tað kann fuglur eisini - og eisini fuglur, sum annars er burtur í øðrum londum um veturin.
Í Fuglafirði hevur ein familja á hvørjum ári vitjan av einari likku, sum tíðliga í apríl pikkar á vindeyga og biður um breyð.
Soleiðis hevur verið í nógv ár, og soleiðis er aftur í ár.
"Sámal", sum tey hava valt at rópa hesa likku, kemur aftur á hvørjum ári, og nú farið er um hálvan apríl, er hon aftur fastur gestur úti á altanuni - til gleði fyri børnini í húsinum.