Eitt nú er tingkvinnan, sum umboðar Vága Sambandsfelag, Rósa Samuelsen, ikki heima. Og kemur hon ikki heimaftur, so má varafólk møta fyri hana.
Tað er annars valfelagið hjá henni, sum hevur sett seg upp ímóti ætlanini hjá løgmanni við at fáa Løgtingið at leggja upp í verkfallið. Tí er óvist, um semja er í Sambandsflokkinum um málið.
Johan Dahl, tingmaður Sambandsfloksins, er eisini burturstaddur. Hann sigur, at hann kallar varafólk inn fyri seg.
Fyrsta varafólk hjá Sambandsflokkinum er Eyðdis Hartmann Niclasen, sum eisini umboðar Vága Sambandsfelag. Annað varfólk er Sámal Hanni Lognberg í Skopun.