Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar ikki at veðrið broytist tað stóra komandi dagarnar.
Seinnapartin í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin millum tvey og fimm stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig.
Pálmasunnudag verður lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt, mánadagin frískur vindur av vestri og ælingur. Hitin millum tvey og seks stig.










