Sama søgan á Argjum

Argjabáturin vann fyri fjórða ferð sannførandi sigur, tá ið tað var kappast á Trongisvágsfirði

8-MANNAFØR

 

Søgan um kappingina millum 8-mannaførini – um tað kann kallast kapping – er tann sama, sum hon hevur verið í alt summar.

Á Trongisvágsfirði var Argjabáturin aftur væl fremstur, og aftur sóust teir á Argjabátinum at leypa upp í loft í kæti yvir sigurin, tá ið teir vóru komnir á mál, og skotið hevði dunað.

Tað fer neyvan at eydnast nøkrum báti at hótta Argjabátin í teimum trimum róðrunum, sum eru eftir í hesum kappingarárinum.

Nú er møguleiki fyri at manna seg bara á Ólavsøku. Tað hevur ljóðað, at tað verður arbeitt við eini roynd at geva suverena Argjabátinum kapping frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagið ólavsøkuaftan.

Hvussu tað verður við tí, fæst at síggja um fýra vikur. Inntil tá verða FM kappróðrar í Fuglafirði og í Sandavági, og einki bendir á, at nakar fer at gera nakað við Argjabátin.