Sam Vang fyrstur niðan á Sornfelli

Um vikuskiftið varð tíggjunda og seinasta “MIF TOP RUN” renningin á skránni. Sam Vang gjørdist fyrstur á 9,8 kilometra langa teininum niðaná Sornfelli. Tað er sjeynda ferð, at Sam Vang vinnur.

 

60 rennarar vóru møttir við Effostøðina í Kollfjarðardali at royna kreftirnar móti tí 9,8 km langa teininum, sum stórt sæð bara er mótbrekka allan vegin. Renning byrjar í 75 metra hædd og endar í 680 metra hædd.

 

Vinnari í bólki 2 hjá monnum var Sam Vang frá Bragdinum við tíðini 46 minuttir og 13 sekund og í bólki 1 hjá monnum vann Ronni Bjørn frá Hvidbjørnen, við tíðini 46:45. Metið hjá Sigurd Justinussen, sum hann setti í 2005 við tíðini 45:02, stendur sostatt enn

 

Í bólki 1 hjá kvinnunum vann Valborg Heinesen frá Bragdinum við tíðini 51:21, og slóð hervið metið hjá Rigmor N. Arge frá 2011 í kvinnubólkinum við næstan einum minutti. Í bólki 2 hjá kvinnum vann Sigrid Bjartalíð við tíðini 1tími 6 minuttir og 36 sekund.

 

Hetta var so tað seinasta MIF TOP RUN, sum MIF skipar fyri, tí støðin í Mjørkadali fer í søguna 1. januar 2013. Mjørkadals Ítróttarfelag hevur skipað fyri MIF TOP RUN í tíggju ár. Hans Birgir Hansen fekk gávukort á kr. 1.000,- krónur frá Sportmaster, fyri at hava luttikið øll tíggju árini.

 

Myndir frá renningini kunnu síggjast á HER