Salurin verður shinaður

Stóri salurin í Norðurlandahúsinum fær í hesum døgum eina umfatandi ajourføring. Størsta broytingin verður, at nú ber til eftir stuttari løtu at broyta stólarøðirnar - ella taka tær burtur

Norðurlandahúsið

Teir arbeiða av øllum alvi í Norðurlandahúsinum. Stóri salurin, sum vanliga hýsir teimum størru tiltøkunum, sum eru í húsinum, verður í hesum døgum renoverað.
At síggja til verður talan kanska ikki um tær heilt stóru broytingarnar. Stólarnir sum verða skiftir út, verða nú nakað fleiri í tali og smærri umvælingar verða eisini gjørdar. Men hjá teimum, sum dagliga varða av salinum, verður stórur munur framyvir.
Serstakliga er tað uppbyggingin av áskoðarasessunum, sum verður broytt til tað betra. Við nýggju konstruktiónina verður tað munandi meira ómaksleyst at broyta talið av sitiplássum - ella heilt at taka hesi burtur. Verður hetta seinasta gjørt, verður talan um velduga høll, sum er sera væl egnað til framsýningar av ymsum slag. Tað er eitt arbeiði, sum áður hevur tikið fleiri dagar, hvørja ferð broytingar skuldu gerast.
Sagt verður, at broytingarnar av høllini kosta nærum tvær milliónir. Av hesum hevur grunnurin hjá A.P. Møller játtað at rinda eina góða helvt, meðan Norðurlandahúsið sjálvt rindar restina.
Um eina viku verður arbeiðið liðugt, og verður tað Tórshavnar Manskór, ið verða teir fyrstu at nýta nýggja salin. Hetta verður, tá teir tann 22. oktober kl. 19.30 hava konsert.