Saltgoymsla á Toftum um eitt ár

Um eitt ár ella so verður eingin M.J.Saltsøla á vestaru bryggju í Havn, men á Toftum í staðin. Um stutta tíð verður farið undir at byggja nýggjan bygning til M.J. Saltsølu á ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum, har alt virksemið hjá felagnum síðan verður savnað

Vinnulív

 

P/F M.J. Saltsølan skal flyta úr Havn og inn á Toftir.

Bygningurin, sum skal byggjast á Toftum til saltgoymslu og skrivstovu, verður einar 1300-1600 fermetrar stórur.

Nýggja goymslan verður í rúmmáti nakað minni enn silo’in, sum M.J.Saltsøla hevur á vestaru bryggju, men samlaða gólvvíddin á Toftum verður nógv størri.

Tað er Tórshavnar havn, sum eigur goymsluna á vestaru bryggju, ið saltsølan leigar. Saltgoymslan, sum er ein stór silo, er bygd í 1998.

 

Um eitt ár

Ímyndin av M.J.Saltsøluni gjøgnum nógvu tey seinastu árini hevur verið Mortan Johannesen, Mortan hjá Hans Paula í Hvannasundi.

Mortan er ikki líka virkin í fyritøkuni longur, og nú er tað sonurin, Magni Johannesen, sum er stjóri í felagnum. Mortan er tó framvegis nevndarformaður í P/F M.J. Saltsølan.

Magni Johannesen sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir bygging á Toftum um stutta tíð, og ætlanin er, at nýggi bygningurin skal standa klárur at taka í nýtslu um eitt ár ella so.

Tað er Nes kommuna, sum eigur og hevur planerað ídnaðarøkið Inni á Rætt, har goymslan skal byggjast, men tað verður M.J.Saltsøla, sum kemur at eiga og reka bygningin og virksemið, ið har verður.

Ein saltgoymsla og søla krevur ikki nógv arbeiðsfólk, og í starvi hjá fyritøkuni eru stjóri og goymslumaður.

Hinvegin skapar slíkt virksemi ringvirkningar, sum eitt nú er koyring.

- Vit bjóða eisini koyring við salti um eitt felag, sum vit hava avtalu við, men hava viðskiftafólk sína egnu loysn, er tað eisini í lagi, sigur Magni Johannesen.

 

Gott samstarv

Stjórin í M.J. Saltsøluni letur væl at samstarvinum, sum hevur verið millum fyritøkuna og Nes kommunu.

- Jú, vit eru sera væl nøgdir við vælvildina hjá kommununi, nú vit hava arbeitt við hesi verkætlan, sigur hann.

Á ídnaðarøkinum, har saltgoymslan verður bygd, er eingin bryggjukantur í løtuni.

- Sjálvandi er tað ein fyrimunur, um bryggjukantur kemur, og vit vænta eisini, at hesin fer at koma, sigur Magni.

Spurdur, hvørji fyrimunirnir eru við at flyta goymsluna inn á Toftir, sigur stjórin, at felagið sum veitari verður nærri teimum stóru viðskiftafeløgunum, ið virksemið hevur.

- Millum stóru viðskiftafeløgini hjá okkum eru eitt nú saltfiskavirkini Faroe Seafood á Toftum, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu, sum øll liggja í økinum.

Hann vísir á, at onnur feløg, ið M.J.Saltsøla eisini er veitari hjá, eru eitt nú Delta Seafood á Tvøroyri. Haraftrat eru onnur feløg, ið keypa salt.

- Vit selja eini 14.000-16.000 tons av salti um árið, og soleiðis eru vit størsti veitari í Føroyum, leggur Magni aftrat.

Saltið, sum M.J. Saltsøla selir í Føroyum, kemur eins og áður av Miðjarðarhavsoynni, Ibiza.

 

Føroysk Saltsøla

Fara vit aftur í tíðina, var tað Hans Pauli Johannesen, sáli, sum í 1956 stovnaði Føroysk Saltsøla, sum í 1994/1994 broytti navn til M.J. Saltsøla.

Magni Johannesen, sum soleiðis er abbasonur Hans Paula, hevur í løtuni ikki hug at siga, hvussu stór íløgan hjá M.J. Saltsølu á Toftum verður.