Heystið er komið, og fjøllini stunda til. Longu nú hava menn flett onkrar veðrar, ær og lomb, og í næstum verða skurðfjøllini gingin.
Eins og undanfarin ár eru tað aftur í ár fólk kring landið, sum taka ímóti seyðaskinnum til saltingar. Bæði á Sandi og í Skálavík er móttøka, og í báðum førum verður tikið ímóti og saltað fyri Sp/f Oikos í Bø.
Á Sandi er tað Bjarki Henriksen, sum tekur ímóti á Eystanvegi 19, sum er á Sondum, og í Skálavík er tað bóndin, Einar Martin Kjærbo, sum tekur ímóti og saltar.
Tikið verður ímóti øllum seyðaskinnum, men peningur verður bert latin fyri lambsskinnini. Djóralæknaeftirlit er við seyðinum, haðani skinnini eru, sum verða saltað fyri Sp/f Oikos.
Væl verður saltað, og hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og veðra-og ærsskinnini fáa umleið fýra pottamál - alt eftir, hvussu stór skinnini eru.










