Vokalbólkurin úr Eysturoynni syngur á einum stórum gospeltiltaki í norðurskotska býnum, Peterhead Vokalbólkurin úr Eysturoynni, Salt skal syngja til 4 tiltøk og møtir í norðurskotska býnum, Peterhead, sum liggur millum Aberdeen og Peterhead. Talan er um eina sonevnda ?Gospel Music Convention?, sum hevur góðar 1.000 áhoyrarar. Salt sungu á hesum tiltakinum í Peterhead, í bæði 2003 og 2004. Tiltakið GMC fyllir 10 ár í ár, og eru tey í Salt boðin til jubileumstiltakið. Á Skotlandsferðini fer bólkurin bara at syngja A´Capella. Flestu sangirnir verða á enskum, men onkur verður tó sungin á føroyskum. Salt syngja í kvøld, leygarkvøldið, sunnumorgun, og so aftur sunnukvøldið.