Nú tykist at vera komið undir land við uttanhýsis arbeiðinum at gera SALT siloina á Drelnesi til mentanarhús.
Nú stendur siloin vøkur -sum fyrsta dagin, freistast ein at siga.
Hetta landamerki á Tvøroyri tykist nú vera komið aftur til heiður og æru. Tó er arbeiðið inni í siloini eftir at gera.
Myndin omanfyri er tikin í gjár, og tað sæst, at hetta nú er ein stásiligur bygningur at hyggja at.