Fyrr í dag var neyðugt at útseta dystin á Vágseiði millum FC Suðuroy og teir næstbestu hjá NSÍ, tí tað var so nógvur vindur. Dysturin varð útsettur til klokkan 18 og so til klokkan 19.
Tá íð dómarin, Árni Brandsson Petersen, klokkan nakrar minuttir í níggju bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 5-2. Trivaligi sigurin kemur væl við hjá FC Suðuroy, sum nú er aftast við 16 stigum. HB hevur 18 stig, og KÍ hevur 19 stig. Bæði HB og KÍ hava spælt 18 dystir, meðan FC Suðuroy hevur spælt 17 dystir.
Í vetur flutti Salmundur Bech aftur í barndómsfelagið, eftir at hann í fjør spældi við NSÍ.
Í kvøld fór Samlundur Bech illa við fyrrverandi liðfeløgunum, tí hann skoraði trý av málunum hjá heimaliðnum.
Salmundur legði heimaliðið á odda 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið og eftir hornaspark. Heri Kjærbo átti uppleggið. Og tíggju minuttir seinni var Salmundur Bech aftur upp á spæl og so var 2-0. Hesaferð var tað Fríði Holm, sum átti uppleggið.
Bara ein minutt seinni minkaði NSÍ um munin. Áron Høj var málskjútti, og fýra minuttir undan steðginum var 2-2. Tá vóru tað heimamenninir, ið vóru óhepnir at gera sjálvmál.
Dygst undan steðginum hevði NSÍ møguleika at leggja seg á odda, men tað eydnaðist ikki.
Fimm minuttir eftir steðgin skoraði FC Suðuroy til 3-2. Málskjútti var Jonn Marni Lindenskov, og eitt lítið korter seinni var hann aftur upp á spæl og so var 4-2, og John Marni Lindenskov hevur skorað trý mál tilsaman í ár.
Níggju minuttir undan leikloki var Salmundur Bech aftur upp á spæl. Hann økti um munin til 5-2 og staðfesti við hattrikki rimmar heimasigurin. Salmundur Bech er við tíggju málum toppskjútti hjá FC Suðuroy.
Skála | 17 | 12 | 1 | 4 | 40 | 19 | 37 |
Víkingur | 18 | 9 | 2 | 7 | 45 | 32 | 29 |
B71 | 17 | 9 | 2 | 6 | 38 | 28 | 29 |
NSÍ | 18 | 9 | 2 | 7 | 42 | 36 | 29 |
AB | 17 | 8 | 4 | 5 | 35 | 28 | 28 |
B36 | 18 | 7 | 4 | 7 | 30 | 35 | 25 |
EB/Streymur | 18 | 7 | 1 | 10 | 31 | 40 | 22 |
KÍ | 18 | 5 | 4 | 9 | 24 | 36 | 19 |
HB | 18 | 6 | 0 | 12 | 25 | 42 | 18 |
FC Suðuroy | 17 | 4 | 4 | 9 | 27 | 41 | 16 |
Fríggjadagin 13. august
KÍ – AB
NSÍ – Skála
Sunnudagin 15. august
Víkingur – B36
B71 – HB
FC Suðuroy – EB/Streymur