Í samband við virksemið hjá Økispsykiatriini í Norðstreymoy, fer Psykiatriski Depilin næstu mánaðirnar at skipa fyri eini røð av fyrilestrum í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Ætlanin er at hava fimm fyrilestrar, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eyðkennini eru, hvar fólk kunnu venda sær, og hvør hjálp er at heinta.
Fyrsti almenni fyrilesturin í røðini verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka hóskvøldið 22. oktober klokkan 19.
Tað verður Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska Deplinum, sum fer at røða um evnið.
Høvið verður eisini at seta spurningar.
- Eins og við øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sálarsjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð, sigur leiðandi yvirlæknin og serlæknin innan psykiatri, Tormóður Stórá.