Saksaberg er í dag inni í Bodø í Norra við 560 tonsum av sild. Teir byrjaðu at landa á middegi. Nakað av æti er í sildini, tað ávirkar prísin eitt sindur, prísurin varð annars avtalaður til 2,77 NOK.
Saksaberg hevur roynt við nót, norðaliga á, í norskum sjógvi.
Saksaberg fer útaftur á nýggjan túr í morgin, skrivar reiðaríðið á heimasíðu síni.