Eru farnir undir at landa 400 tons av makreli og sild nú seinnapartin. Saksaberg er komin á Fuglafjørð nú eftir døgurða. Teir hava roynt eftir makreli og sild í føroyskum sjógvi, og veiðan er 400 tons, helvt um helvt av sild og makreli. Støddin á sildini er 300 gram í miðal, og á makrelinum er hon 360 gram í miðal fyri helvtina og fyri hina helvtina 380 gram í miðal.
Ætlanin var annars, at Saksaberg skuldi landa í Kollafirði til matna, men tað bar teimum ikki til at taka ímóti í Kollafirði. Tí fór Saksaberg til Fuglafirðar at landa.