Saklig náttúruvernd tænir føroyskum grindadrápi

Náttúruverndarfelagsskapir hava síðani 1983 stríðst ímóti føroyskum grindadrápi, summir teirra hava veri sakligir ímeðan aðrir hava veri ósakligir.

Teir sakligu felagsskapirnir hava við sínum stríði, fingið føroyingar, at ganga í seg sjálvar og gera nakað við grindadrápi. Grindadrápi er blivi nakað heilt annað, enn tað var tá ið felagsskapirnir byrjaðu stríð sítt. Grindaraksturin og grindadrápi er nógv betri skipa nú enn fyrr, samstundis sum sjálvt grindadrápi er blivi nógv meira humant enn fyrr.
Nú hevur náttúruverndarfelagsskapurin Earthrace Conservation fingið deild í Føroyum, sum stríðist ímóti føroyskum grindadrápi og fyri heilsu føroyinga. Eg haldi tað vera áhugavert, at tað eru føroyingar, ið taka stig til, at stovna eina slíka deild. Eg haldi tað tó vera týdningarmiki, at slíkir felagsskapir eru sakligir, um teir vilja verða tiknir í álvara.
Tí undrar tað meg, at oddkvinnan í føroysku deildini hjá Earthrace Conservation, Turid Christophersen í útvarpinum segði, at tað er øgiliga ofta, at tað verða dripnir yvir túsund hval um árið í Føroyum. Tí sambært hagtølunum, sum liggja úti á heimasíðuni hjá Hagstovuni, so er hetta ikki heilt rætt, sum Turid í Earthrace Conservation hevur sagt. Tí sambært hagtølunum, so eru tað frá og við 1998, bara tvey ár, har tað hava veri dripnir yvir túsund. Frá 1951 til 1997 vóru yvir túsund hval dripnir tey flestu árini, tvs. av 47 árum so vóru bara 10 ár har ársveiðan var undir túsund hval. Hagtølini vísa at miðalveiðan pr. ár fyri 10 ára skeiði 1951-60 var 1877 hvalir, men fyri 10 ára skeiði 2001-10 var miðalveiðan pr. ár bara 627 hvalir. Miðalveiðan minka við tveimum triðingum, tá ið vit samanbera fyrra og seinna 10 ára skeiði.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir sambært Turid Christophersen frá, at drepa meira enn 300 hvalir um árið, tí føroyingar eiga heilsufrøðiliga ikki at eta meira grind enn tað. Tí drepa vit helvtina meira grind, enn tilráðiligt er at eta, sambært heilsufrøðiligu mynduleikunum. Eg haldi tað er gott, at vit hava slíkar stovnar, sum koma við ávaringum og tilráðingum, men í sísta enda mugu tað vera fólk sjálvi, sum avgerða um tey vilja eta meira grind enn tilrátt verður ella ikki.
Eg meini sjálvur at vit framhaldandi eiga at drepa grind, so leingi vit troyta stovnarnar á ein burðardyggan hátt. Eg meini eisini, at vit alla tíðina eiga, at royna, at betra grindadrápi, tí tað er av stórum týdningi, at grindadrápi er so humant sum tilber. Eg haldi eisini, at vit eiga at fegnast um, tað jaligu ávirkan sakligir umhvørvisfelagsskapir hava havt, og koma at hava á føroyska grindadrápi í framtíðini.