Sakførari viðger uppsøgnina

Verkfrøðingafelagið hevur sent málið um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre til kanningar hjá sakførara

Tað er ikki vist, at uppsøgnin av Jákup Mørkøre verður løgd fyri rættin, hóast hann ikki góðtekur uppsøgnina.

Fakfelagið hjá fyrrverandi sjúkrahúsleiðaranum, Verkfrøðingafelagið, hevur sent málið til kanningar hjá sakførara. Men hóast tað verður prógvað, at uppsøgnin er órættvís, er ætlanin ikki at fara í rættin við málinum ? í hvussu so er ikki beinan vegin.

Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum, Suni Joensen, sigur, at eitt sakarmál í fyrsta umfari er útilokað í hesum málinum.

? Vísir tað seg, at uppsøgnin av Jákupi Mørkøre er órættvís, seta vit okkum í samband við Almanna- og Heilsumálastýrið og royna at fáa greiðu á viðurskiftunum, sigur Suni Joensen, sum tó ikki útilokar, at málið kann fara í rættin, um Almanna- og Heilsumálastýrið ikki verður at tosa við.

Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum ger tó greitt, at hann ikki vil taka støðu til, um fyrrverandi sjúkrahúsleiðarin varð órættvíst viðfarin fyrr enn sakførarin er liðugur at kanna málið. Tað verður hann helst einaferð í næstu viku.