Sakaris liðugur við upptøkurnar

Filmsupptøkurnar til nýggja stuttfilmin “Vetrarmorgun” hjá leikstjóranum Sakarisi Stórá eru nú lidnar.

 

Filmsliðið hevur seinastu vikuna saman við leikarunum arbeitt nátt sum dag fyri at fáa alt í hús. Tað er polsk/belgiski filmsfotografurin Virginie Surdej, sum aftur hevur ábyrgdina av at skapa serliga myndauniversið hjá leikstjóranum, sum vit kenna frá “Summarnátt”, har Virginie eisini var fotografur. Fotografassistenturin er aftur Rúni Friis Kjær.

 

Meginpartur av upptøkunum eru gjørdar í heimbygdini hjá Sakarisi á Áarbakkanum í Skopun á Sandoynni, meðani tvær senur eru tiknar upp í Havn.

 

- Sandoyggin er vælegnað til filmsupptøkur, tí lætt er at flyta ímillum locations og finna eina nýggja og øðrvísi verð handan heyggjarnar, sigur Sakaris Stórá.

 

Filmurin er eitt framhald av stuttfilminum “Summarnátt”, sum í desember í fjør vann fyrstu Geyta filmsvirðislønina hjá Norðurlandahúsinum.

 

Hóast upptøkurnar nú eru lidnar, er ein stórur partur av arbeiðnum eftir. Tað verður Sakaris Stórá sjálvur sum klippir filmin, síðani skal filmurin ljóð- mynda- og litviðgerast. Tað er aftur Mikael Blak, sum komponerar tónleikin til “Vetrarmorgun”.

 

Filmurin verður frumsýndur í september.