Ísak hevur inntil fyri stuttum verið aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, og Ísak hevur frá blaðungum av verið óvanliga virkin, nærlagdur og arbeiðssamur á so nógvum økjum. At vera framfýsin og klárur at taka sær av uppgávum, eisini sum onnur kanska skuldu tikið sær av, ber onkran stoytin við sær, og tað kann væl vera, at onkur heldur, at Ísak hevur tikið mest sum ov nógv á seg og hevur loyst ov nógvar uppgávur og avbjóðingar. Men tað er einki at ivast í, at hjá mongum er virðingin fyri arbeiðsseminum og avrikunum ógvuliga stór.
Ísak vaks upp á Gørðum. Foreldrini vóru Kristianna og Meinhard Mikladal. Kristianna var av Bakkanum á Syðradali, og Meinhard, sum var føddur Petersen, var ættaður úr Mikladali. Ísak er miðlingur í barnaflokkinum, sum telur níggju: Magna, Jákup, Poul Andrias, Elsupa, Ísak, Marianna, Selma, Marin og Abraham.
Spæliplássið hjá teimum á Gørðum og har á leið fevndi í fimmti og fram í seksti árini so víða - av Vánni og um Stengurnar, har fiskivinnuvirksemið toppaði síðst í fimmti árunum og fyrst í seksti árunum, og umvegis Ravnagil og niðan á Kjølin.
Ísak var fimtan ára gamalur, tá ið hann segði fólkaskúlanum farvæl. Tá hevði hann forvunnið fyrstu tímalønirnar á Stongunum, og hann var við til at byggja Kósavirkið, sum varð tikið í nýtslu í 1965. Hugurin stóð til sjógvin, og áðrenn hann hálsaði um, var Ísak í Grønlandi við línubáti, á Svendborg Søfartsskole og í meiri enn eitt ár sigldi hann við Oluf Mærsk kring allan knøttin, áðrenn hann í 1971 keypti Føroya Pilsuvirki, sum Hans Jacob Joensen, ættaður úr Kollafirði, hevði átt. Hans Jacob doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Ísak visti um hetta virksemið at siga, tí frá tí hann var seytjan hevði hann í meiri enn eitt ár verið arbeiðsformaður á bollafabrikkini ella Klaksvíkar Hermetikkvirki.
Í 1973 seldi Ísak virkið til foreldrini, og tá fór hann í læru í Sjóvinnubankanum í høvuðsstaðnum, har hann eisini gekk í handilsskúla. Í 1977 flutti Ísak í Norðoya Banka í Klaksvík, har hann var, inntil hann í 1985 varð settur sum bókhaldari hjá Klaksvíkar kommunu.
Unglingaárini var Ísak aktivur ítróttarmaður, og so við og við gjørdist hann ábyrgdarpersónur innan fleiri feløg. Hann spældi hondbólt við Stjørnuni og róði kapp við Rituni, Fípuni og Klaksvíkingi. Í 1973 gjørdist hann nevndarlimur og seinni formaður í Klaksvíkar Kappróðrarfelag, sum var flutt í nýggja neystið á Biskupsstøð, áðrenn Ísak í 1984 legði frá sær. Hann var í fleiri enn tíggju ár limur í og fyri tað mesta formaður í Norðoyastevnunevndini, og hann var í 1985 við til at stovna Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum hann í fleiri ár var formaður í.
Í 1980 var Ísak við til at stovna Róðrarsamband Føroya, sum hann var fyrsti formaður í. Frammanundan hevði hann verið nevndarlimur og formaður í Róðrardeild ÍSFs. Álitisstørvini innan kappróðurin bóru sess í ÍSF stjórnini við sær 1978-81. Í átta ár var Ísak formaður í dómsnevndini hjá Róðrarsambandinum.
Sambandið við skipaða partin av fótbóltinum byrjaði, tá ið Ísak í 1989 gjørdist limur í fótbóltsnevndini í KÍ.
Í 1992 fór Ísak í starv hjá Fótbóltssambandinum, har hann var aðalskrivari frá 1. juli 1995 og fram til 31. oktober 2009. Torleif Sigurðsson, sáli, var formaður í FSF, tá ið Ísak varð settur í starv. Teir báðir høvdu frammanundan havt nógv felags áhugamál og samstarv, og samarbeiðið var fyrimyndarligt. Í nógv ár hittust teir á skrivstovuni í Klaksvík so at siga hvønn dag – fyrrapart og aftur seinnapart.
Føroyskur fótbóltur var stutt frammanundan vorðin limur í altjóða fótbóltsfamiljuni. Setningurin var at trimma fyrisitingina til nýggju tíðina. Ísak stóð á odda og syrgdi fyri at skil kom á skrásetingina av spælarum, tey fyrru árini hevði hann umsitingarligu ábyrgdina av heimligu kappingunum, og hann røkti sambandið við bæði UEFA og FIFA. Arbeiðsdagarnir vóru nógvir og langir, og Torleif plagdi at taka til, at skrivarin arbeiddi fyri fleiri.
Longu í 1990 luttók Ísak fyri FSF á ungdómsráðstevnu hjá UEFA í Wien. Sum aðalskrivari hevur hann luttikið í einari rúgvu av fundum og ráðstevnum, og hann er framvegis limur í Development and Technical Assistance Committee hjá UEFA. Miðskeiðis í sjeyti árunum gekk Ísak í eitt hálvt ár í skúla í London, og málsligi førleikin er komin honum væl við í altjóða arbeiðnum.
Ísak fann sær konu í grannalagnum. 12. oktober 1974 giftist hann Sáru, sum er eldra dóttir Juttu og Sigurd Heinesen, sum var lærari og varaskúlastjóri í Klaksvík.
Sára og Ísak eiga fýra børn: Sigurd (1978), Meinhard (1983), Jutta (1985) og Benjamin (1987). Tey búgva í barnaheiminum hjá Sáru á Gørðum.
Tiltikna handalagið hjá mikladalsmonnum og ikki minst hjá pápanum, Meinhardi í Mikladali, er tað ikki frítt, at Ísak hevur fingið lut í. Honum dámar væl at smíða og fáast við handverk av so ymsum slagi, og tá ið hann gevur sær stundir at spenna frá, veltir hann epli og fæst við seyð og gæs.
Ofta verður sagt, at um tú skalt fáa nakað gjørt, so skalt tú heita á tey,sum frammanundan hava ov nógv at gera. Tað man vera orsøkin til, at Ísak eisini hevur havt stundir at vera við í Lions Club í Klaksvík, har hann var fyrsti formaður og seinni økisformaður í Føroyum, at hann eitt skifti var nevndarlimur í Norðoya Listafelag, at hann eitt valskeið var formaður í Norðoya Fólkafloksfelag og býráðslimur í tvey ár, og at hann eisini hevur verið nevndarlimur bæði í Føroya Handilsskúla og Føroyagrunninum.
Ísak eigur fastan sess í Christianskirkjuni. Hann er limur í kirkjuráðnum og eisini kirkjuverji.
Nógva virksemið á so mongum frontum og í so mong ár ber við sær, at Ísak kennir nógv fólk, og nógv kenna Ísak. Hann hevur bjóðað øllum í føðingardag í Skálanum nú leygarkvøldið, har tey, sum hava teknað seg til føðingardagin, fara at halda stóra dagin saman við Ísaki og hansara næstu. J