Mánadagin og týsdagin 1. og 2. juni fáa Klaksvíkin og Tvøroyri forvitnisliga vitjan, tá ferðamannaskipið Saga Pearl II vitjar.
Skipið er bygt á Howaldtswerke-Deutche Werft, Werft Ross í Hamburg í 1981 og varð upprunaliga brúkt til ferðir í Atlantshavinum, millum Suður Afrika og Europa.
Tvøroyrar kommuna veit at siga, at í 2009 keypti Saga Cruises skipið, og tá varð tað umvælt fyri umleið 200 miljónir krónur.
Saga Pearl II er 164,3 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Mesta ferðin er 21,4 sjómíl og manningin, sum telir 220, kann í mesta lagi forkela 602 ferðandi á hvørjari ferð.
- Vanligt er tó, at ikki fleiri enn 512 ferðandi eru við skipinum á hvørjari ferð, veit Tvøroyrar kommuna at siga.