Heini O. Heinesen
Soleiðis sum Fiskimálastýrið við sínum landsstýrismanni, hevur umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap seinastu 8 árini, er ongin ivi í mínari verð, at teir eru í ferð við at saga greinina av, sum øll fiskivinnana hvílir á. Hetta havi eg so mangan víst á, bæði í skrift og talu.
Fiskiloyvið til gomlu Ágot er bara eitt gott dømi um, hvussu ymiskt umsóknirnar hava verið viðgjørdar av stýrinum, serliga upp undir val. Er hetta politiskt mutur ella hvat?
Tá Jákup Mikkelsen leggur landsstýrismannanevndina undir at hava viðgjørt hetta mál politiskt uttan at hava eitt einasta prógv fyri hesum, fari eg í hvussu so er ikki at lata slíkt fara óátalað aftur við borðinum. Hann tók sjálvur sum limur í nevndini undir við niðurstøðuni hjá skrivarnum, sum er ein dugnaligur og arbeiðssamur løgfrøðingur við góðum innliti í lógina, og hevur verið skrivari í vinnunevndini í mong ár.
Tann einasti nevndarlimurin sum hevði ein politiskan trupulleika at viðgera tað ávísa málið varð Jákup Mikkelsen sjálvur. Hetta komst av, at fiskiloyvið til gomlu »Ågot« varð útskrivað av einum fólkaflokslandsstýrismanni dagin fyri valið 30. apríl 2002 aftan á eina panikviðgerð í fiskimálastýrinum.
Upprunin til sjálvt málið um gomlu Ågot, var ein kæra frá »Felagnum Líniskip« 3. mars 2003. Í kæruni verður heitt á landsstýrismálanevndia um at kanna, á hvørjum grundarlagi veiði- og fiskiloyvi er útskrivað hesum fiskifarið, sum er farið úr flotanum fyri nýggju Ågot.
Endaliga niðurstøða landsstýrismálanevndarinnar er sostatt, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum at geva Sp/f Nakki, Klaksvík, tilsøgn um, at loyvini hjá Skørini og Barininum kundu flytast á Ågot I, var ólóglig.
Grundgevingin fyri niðurstøðu nevndarinnar er, at atlitini, íð lógu til grund fyri avgerðini, vóru ósaklig.
Landsstýrismálanevndin grundar sínar niðurstøður á frágreiðing hjá skrivarnum í landsstýrimálanevndini, sum tí er hjáløgd. Nevndin tekur í síni heild undir við frágreiðingini. Í frágreiðingini eru aðrar niðurstøður, ið hava týdning fyri málið, men sum ikki eru endurgivnar her, við tað at at tær ikki eru beinleiðis fevndar av kærusetninginum.
Tað er hereftir upp til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, løgmann ella løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðingini og niðurstøðum landsstýrismálanevndarinnar.
Umframt felagið Línuskip, eru landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, løgmaður og allir tingmenn kunnaðir un niðurstøðu landstýrismálanevndirinnar, jbr. starvsskipan nevndarinnar § 8.
Landsstýrismálanevndin hevur í hvussu er, ikki álagt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka veiðu- og fiskiloyvi aftur frá gomlu Ågot, sum bindandi tilsøgn var givin til dagin fyri valið 30. apríl 2002. Skaðin er longu tá hendir.
Hetta letur seg heldur ikki gera, tí landsstýrismaðurin situr við fullari ábyrgd fyri sínum málsøki.
At Fiskimálastýrið so biðir felagið um at stevna stýrinum, má verða størsta vanviðring av Føroya løgtingi í søguni.
Landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøður í fleiri málum, uttan at viðkomandi landsstýrismaður hevur tikið málið aftur, í flestu førum er tað ikki møguligt.
Tað kann undir ongum umstøðum verða borgarin, sum skal svíða fyri at ein landsstýrismaður ikki umsitir í trá við lógina.
Broytir ikki niðurstøðuna hjá landsstýrismálnevndini:
Eg havi nú lisið dómin, sum er avsagdur í Føroya Rætti. Har er í hvussu er ikki nakað nýtt, sum eg ikki visti framanundan.
Hetta broytir ikki niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini. Um vit nú skulu brúka hetta málið sum fyrimynd til at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap, er hetta tað sama sum at forkoma allari føroyskari fiskivinnu í framtíðini.
At Jákup Mikkelsen og Óli Brekkman nú skjóta upp at avtakað landsstýris málanevndina, sigur mær so mikið, at arbeiðið hjá nevndini er góðari leið.
Taka grundarlagið undan verandi línuskipa - og útróðrarflota:
<sum$?$end$!$ Lógin um vinnuligan fiskiskap eigur at tryggja at allir veiðubólkar sum eru nevndir í lógini hava somu rættindi. Tí eigur útróðararflotin ikki at verður gjørdir um til línuskip, hetta kemur at økja munandi um veiðutrýstið, serliga á tosk og hýsu. Hetta kemur eisini at taka grundarlagi undan verandi línuskipaflota, um tey vera fleiri í tali. Herafturat kemur at tann havgangandi útróðrarflotin sum vit kenna hann í dag, kemur at hvørva.
<sum$?$end$!$ § 5. stk. 12. í lógini um vinnuligan fiskiskap tryggjar at línuskip yvir 110 tons í bólki 3: ikki kunnu flytast í bólk 4:
<sum$?$end$!$ Stk. 12. sigur: Tons merkt Tonsatal brutto (BT) ella Skrásett Brutto Tons (BRT) sum til eina og hvørja tíð tilskila á skipsins málibrævi ella máliprógvi. Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áseting hevur fingi gildi. (seinast broytt 1998 lóg nr. 69)
<sum$?$end$!$ Sambært lógina um vinnuliga fiskiskap § 8 stk. 3. kunnu bert tvey upprunaloyvir leggjast saman til eitt loyvi. Hetta skuldi gjørt at tað ikki bar til at faa nýggj línuskipaloyvir við at leggja tveir útróðrarbátar saman, uttan so at lógin verður brotin.
<sum$?$end$!$ § 28. í lógini skuldi eisinni tryggja at hetta ikki var møguligt uttan at fremja lógarbrot. Sitat úr lógini:
<sum$?$end$!$ § 28. Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum:
<sum$?$end$!$ Bólkur 1: Trolarar yvir 400 HK, lemmatrolarar.
<sum$?$end$!$ Bólkur 2: Trolarar yvir 400 Hk, pør.
<sum$?$end$!$ Bólkur 3: Líniskip yvir 110 tons.
<sum$?$end$!$ Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons.
<sum$?$end$!$ Bólkur 5: Útróðrarbátar undi 15 tons á húkaveiði.

<sum$?$end$!$ Stk. 2. Rætturin til tilfeingi á landleiðini verður roknað hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti. Toskur Hýsa Upsi Kongafiskur
<sum$?$end$!$ Bólkur 1: Lemmatrolara yvir 400 HK. 4% 1,75% 13% 90,5%
<sum$?$end$!$ Bólkur 2: Trolara, pør yvir 400HK. 21% 10,25% 69% 8,5%
<sum$?$end$!$ Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons. 23% 28%
<sum$?$end$!$ Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons 31% 34,5% 11,5% 0,5%
<sum$?$end$!$ Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons 20% 23,5% 6%
<sum$?$end$!$ Bólkur 6: Onnur 1% 2% 0,5% 0,5%

Ein fyrimyndarlig skipan:
Verandi lóg er ein fyrimyndarlig skipan. Hetta er sjálvandi treytað av at tað verður umsitið samsvarandi andanum í lógini.
Síðani Heilárs økisfriðingarnar og lógin »um vinnuligan fiskiskap« komu í gildi fyri 10 árum síðani, hevur tað gingist væl við fiskarskapinum á Føroya grunninum. Tí kann tað ikki verða nøkur skilagóð loysn at tosa um eina nýggja skipan í dag.
Tað at politikkara í dag eru farnir at tosa um at gera eina nýggja skipan við fiskidagabanka, kunnu vit takka teimun fyri, sum hava umsitið lógina til egnan fyrimun. Har ikki øll hava veri líka fyri lógini. Vit eiga heldur at gera verandi lóg meira ítøkiliga.
Heimasíða mín: heima.olivant.fo/~hoyh/