Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof fingu í kvøld eina góða byrjan upp á bólkaspælið í EHF European League.
Sävehof spældi á útivølli í Spania móti Cuenca.
Sävehof vann dystin greitt 30-22. Í steðginum var Sävehof á odda 14-8.
Óli var noteraður fyri eitt mál.
Simon Möller í málinum hjá Sävehof hevði 16 bjargingar. Hann og ein sterk verja áttu stóran lut í sigrinum hjá Sävehof.
Í sama bólkinum, bólki C vann Gorenje úr Slovenia 34-26 (19-14) á Winthertur úr Sveis.