Sävehof er nú fremst í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu greiðan sigur á Malmö á útivølli

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof spældi móti Malmö og tað gekk framúr væl. Sävehof vann dystin 32-24. Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 18-13.

 

Sigurin merkir, at Sävehof nú er oddalið í deildini við 22 stigum fyri 13 dystir. Skövde er nummar tvey við 21 stigum.

 

Óli skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál, og var saman við Gustaf Wedberg næsbesti málskjúttin hjá Sävehof. Sebastian Spante var toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Sävehof móti Aranäs á heimavølli.

 

Millum jólini spælir Sävehof tveir dystir í bestu svensku deildini.