Sadio Mané er ársins spælari í Afrika

Hann vann heiðurin frammanfyri Mohamed Salah og Riyad Mahrez

Sadio Mané er í dag valdur til árins spælara í Afrika. Hann vinnur heiðurin frammanfyri liðfelagnum úr Liverpool, Mohamed Salah og Riyad Mahrez úr Manchester City.

Sadio Mané hevur í hesu árinum vunnið Champions League við Liverpool, verið millum bestu spælararnar hjá Liverpool, sum ikki hevur tapt ein dyst í Premier League og verið í finaluni í afrikanska mestarheitinum við Senegal.

Hann møtti einsamallur upp til tiltakið hjá afrikanska fótbóltssambandinum. Mohamed Salah, sum vann heiðurin í 2018 og 2019, er eftir í Liverpool, har hann fyrireikar seg til Premier League dystin móti Tottenham um vikuskiftið. Riyhad Mahrez er í dysti móti Manchester United í Liga Cup.

Ársins spælari hjá kvinnum bleiv Asisat Oshoala, sum spælir við Nigeria og FC Barcelona.