Saddam vil til Svøríkis

Ein av verjunum hjá Saddam Hussein sigur, at fyrrverandi einaræðisharrin vil sleppa til Svøríkis

Í samrøðu við svenska blaðið Aftonbladet sigur Giovanni di Stefano, sakførari, at Saddam Hussein vónar at fáa grið, og at hann síðani kann sleppa til Svøríkis at búseta seg.

Sakførarin var mánadagin á fundi við tillagingarstjórnina í Bagdad, og har mælti hann stjórnini til at geva fyrrverandi einaræðisharranum grið. Giovanni di Stefano sigur við svenska blaðið, at irakska stjórnin hevur barra tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt skal Saddam fyri rættin nú, ella skal hann latast leysur.

Sjálvur heldur di Stefano ikki, at tað finnast nøkur prógv fyri, at Saddam Hussein skipaði fyri hópmorðinum ímóti kurdunum í áttatiárunum, og hann vísir eisini á, at eingi hópoyðingarvápn eru funnin í Irak.

Sambært verjanum heldur Saddam uppá, at hann ætlar sær at stilla upp, tá val ætlandi verður í Irak í januar næsta ár. Ein kanning herfyri vísti, at helmingurin av irakska fólkinum vil hava hann avrættaðan, meðan hin helmingurin vil hava hann aftur í forsetaembætið, sigur Giovanni di Stefano.