George W. Bush, forseti kravdi týsnáttina, at Saddam Hussein og synir hansara skuldu fara úr Irak. Dagin eftir boðaði Bagdad frá, at hvørki Saddam ella nakar av synum hansara fóru at gera eftir amerikansku kravboðunum.
Tvørturímóti ávaraði elsti sonur forsetans, Uday Hussaein, amerikanska forsetan:
- Konur og møður hjá teimum amerikansku hermonnunum fara ikki at gráta við tárum, men við blóði. Teir skulu ikki kenna seg tryggar, hvørki í Irak ella aðrastaðni, segði tann 39 ára gamli Uday Hussein.
Sjálvur var Saddam Hussein at síggja í hermannabúna týsdagin, og tað er sjáldan, at hann gongur í tí búnanum, men ivaleyst var hetta fyri at vísa irakska fólkinum, at eisini forsetin er búgvin til bardaga at verja landið.
Samstundis royndu amerikanarar at finna útav, um irakski leiðarin ætlar sær at nýta evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum, men eingin veit, hvat hann hevur í hyggju.
- Hann hevur eini sjáldsom evni til at fjala sínar tankar og sínar ætlanir. Tað er kanska hansara størsti eginleiki. Meg minnist, at Uday einaferð segði: "Høgri skjúrtulummi hjá faðiri mínum veit ikki, hvat er í vinstra lumma", sigur Hamad al-Jubouri, sum fyrr var limur í iraksku leiðsluni, men sum nú býr í London.
Alt bendir á, at Saddam Hussein ætlar at fjala seg einastaðni millum tey fimm milliónir fólkini í Bagdad - ikki á einari herstøð ella í einari av borgum sínum, tí har fara amerikanarar at bumba. Nei, hann fer heldur at fjala seg á einum staði, sum amerikanararnir ikki tora at bumba t.v.s. á einum sjúkrahúsi, í einum skúla ella í einum vanligum húsum.
Semja er um, at Saddam Hussein er bangin. Ikki bara fyri krígnum, tí hann hevur verið bangin alt lívið. Hann lítur ikki á nakran uttan seg sjálvan. Tí veit eingin, hvar hann svevur um næturnar, tí eingin skal vita, hvar hann er. Ein av hansara fyrrverandi heryvirmonnum hevur greitt frá, at forsetin javnan fjalir seg á herstøðum undir jørð. Tey einastu, sum vita, hvar hann er, eru hansara persónligu lívverjar, sum eisini eru næstu skyldmenn hansara.
Saddam Hussein ber ikki bitan í munnin, fyrr enn alt er røntgenkannað og kannað á annan hátt. Hann er bangin fyri, at onkur hevur eitrað matin. Tí veit eingin, nær og hvar hann ætlar sær at eta.
Avrættaði 66 felagar
Seinastu mongu árini hevur hann beint fyri øllum, sum kundu hugsast at vilja honum til lívs ella at gera uppreistur ímóti honum. Ein heilsumálaráðharri, sum einaferð mælti Saddam Hussein til at leggja frá sær av heilsuávum, varð skotin alt fyri eitt. Saddam skjeyt hann sjálvur.
Á einum fundi, sum varð hildin, stutt eftir at Saddam hevði tikið við valdinum í Irak í 1979, skuldsetti hann 66 av sínum feløgum fyri at hava eggjað til eina samansvørjing ímóti sær. Allir 66 vórðu skotnir, og Saddam gav boð um at taka avrættingarnar upp á sjónband, so hann kundi vísa øðrum, hvørja lagnu teir fingu, sum settu seg upp ímóti forsetanum.
Longu áðrenn hann tók valdið, droymdi Saddam Hussein um at gera Irak til tað mest nútímans og sterkasta landið í tí arabiska heiminum, og júst strembanin eftir hesum gjørdi hann til tann mest harðrenda leiðaran. Lhidhir Hamaz, sum eitt tíðarskeið stóð á odda fyri iraksku kjarnorkuverkætlanini, hevur sagt, at Saddam Hussein ætlaði at gera seg til leiðara yvir øllum økinum í Miðeystri.
- Tað eru hvørki politiskar hugsjónir ella islam, sum draga hann. Pengar leggur hann heldur einki í. Men hann vil vera kendur, og hann vil, at fólk skulu hava virðing fyri honum og líða boð hansara, sigur tíðindamaðurin Mark Bowden, sum í mong ár hevur kannað framferðina hjá irakska leiðaranum.
Kanska er tað júst tí, at hann sýtir fyri at líða boð frá George W. Bush? Tí hann ætlar sær at koma í søgubøkurnar sum maðurin, ið tordi at seta seg upp ímóti amerikanska forsetanum.
Stalin og Churchill
Tey, sum kenna Saddam Hussein, siga, at hansara stóru fyrimyndir eru Josef Stalin og Winston Churshill. Tveir menn, sum veruliga hvødu vald.
Con Coughlin, sum hevur skrivað eina bók um Saddam Hussein, sigur, at tann einasti munur á útreinsingunum hjá Stalin og Saddam er, at í Irak vóru ongar arbeiðslegur. Tí offur Saddams høvdu ongan møguleika at yvirliva.
Tað sigst, at Saddam Hussein fekk sína fyrstu hugsjónarligu ávirkan av einum farbróðuri, sum var nazistur. Tað ljóðar eisini, at Saddam útinti sítt fyrsta "bragd" sum nýggjur limur í Baath-flokkinum, tá hann beindi fyri einum kommunistaleiðara í heimbýnum Tikrit.
Higartil er irakski leiðarin sloppin livandi burtur úr øllum kreppum. Sum smádrongur misti hann pápan, fosturpápin bukaði hann javnan, og í skúlanum varð hann illa happaður. Men Saddam dugdi at verja seg. Hann hevði eina jarnstong við sær í skúla. Seinastu tíðina hevur hann sagt, at irakar eru til reiðar at verja seg við stavi og steini.
Men at nýta somu verjuvápn ímóti teirri nútímans hernaðarmaskinuni hjá George W. Bush, sum hann nýtti ímóti happarunum í al-Ouja, munar neyvan.