Tað var so at siga vanligur dagur á skrivstovuni hjá klaksvíkingum, tá ið teir í dag áttu heimavøll ímóti 07 Vestur.
KÍ vann 3-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Í fyrra hálvleiki vóru tað tveir av nýggju monnunum, sum skoraðu málini. Sigurin ber við sær, at KÍ er greitt topplið við 18 stigum fyri seks dystir ella við øðrum orðum við fullari úrtøku.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Mads Bo Mikkelsen, sum setti hol á. Hann hevur verið sera væl upplagdur, síðani hann flutti til Klaksvíkar, og í dag var hann fyri fjórðu ferð millum málskjúttarnar. Hann skoraði í stórsteypadystinum ímóti B36, og síðani hevur hann skorað í landskappingardystum ímóti Skála, AB og so aftur í dag.
Uppleggið til 1-0 málið átti Árni Frederiksberg, sum tíðliga í fyrra hálvleiki átti stóran møguleika at leggja KÍ framum. Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, var tað Valerijs Sabala, sum fyri fyrstu ferð taldist millum KÍ málskjúttarnar. Hann hevði longu frammanundan verið í góðari støðu at skora. Sabala var í dag fremsti maður, meðan Páll A. Klettskarð leingi var á beinkinum, og hetta var neyvan síðsta ferðin, at Sabala verður millum KÍ málskjúttarnar.
Jóannes Bjartalíð átti uppleggið til 2-0 málið, og tá ið dysturin varð avgjørdur, tá ið seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var tað aftur Árni Frederiksberg, sum átti uppleggið. Málskjútti til 3-0 málið var Jonn Johannesen, sum fyri aðru ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu. Jonn Johannesen hevur nú skorað tvey mál í landskappingini.
Tølini siga, at tað var stórur munur á liðunum í Klaksvík í dag. KÍ vann seg til átta stórar málmøguleikar, meðan tað ongantíð eydnaðist 07 Vestur at vinna seg í upplagda støðu at skora mál.











