Fleiri keyparar hava hug á svensku bilverksmiðjunum Saab og Volvo, og tað kann væl henda, at kinesarar fara við báðum Fleiri íleggjarar hava víst áhuga fyri at keypa svenska bilmerkið Saab. Teirra millum eru kinesisku bilverksmiðjurnar Geely Automobile og Dongfeng Motor Group, skrivar Reuters.
Tíðindastovan veit eisini frá sínum keldum í altjóða bilídnaðinum, at kinesarar hava eisini víst áhuga fyri hinum svenska bilmerkinum, Volvo. Blaðið Wall Street Journal skrivar, at kinesarar komu við einum tilboði upp á Volvo longu fyri einari viku síðani.
Amerikanska fyritøkan General Motors eigur Saab, og hon hevur sagt, at hon ætlar at selja svenska bilmerkið.