Saab 9-3 SportSedan fekk gullmedalju í USA

Saab 9-3 SportSedan fekk hægstu viðurkenning og gullmedalju í fyrstu útnevningini við heitinum "Top Safety Pick - Gold Award" hjá Insurance Institute for Highway Safety í USA

At svensku bilmerkini fáa besta karakter fyri trygd er ikki nakað nýtt fyribrygdi, og tað at Saab 9-3 SportSedan fær hægstu viðurkenning fyri trygd, undirstrikar bert hvussu nógv Saab hava gjørt fyri at tryggja bilføraran og tey ferðandi í bilinum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Institute for Highway Safety í USA.

"Top Safety Pick - Gold Award" verður bert givin fyri tað besta av tí besta. Bilurin fekk eisini besta úrslit í EuroNCAP krasjtestunum í Evropa.

Insurance Institute for Highway Safety er ein amerikanskur stovnur, sum serliga arbeiðir við menning og samskifti. Eisini granska teir í hvussu tryggir bilarnir á marknaðinum eru og almannkunngera úrslitini, teir koma til.

Saab 9-3 verða eisini gjørdir sum SportCombi (stationcar) og sum cabriolet.