Søvndal hittir føroyingar í Keypmannahavn

Í annaðkvøld fáa føroyingar í Keypmannahavn høvi at hitta formannin í danska flokkinum SF, Villy Søvndal. Føroyska Annika Smith stillar upp fyri SF til fólkatingsvalið í ár, og tey bæði fara saman við Høgna Hoydal, fólkatingsumboði, at kjakast í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta tiltakið byrjar klokkan átta og er tað Norðuratlantsbólkurin, sum skipar fyri.

Hetta er fyrsta av trimum tiltøkum hjá Norðuratlantsbólkinum í januar. Mikudagin í næstu viku skipar bólkurin fyri ráðstevnu um hvala- og kópaveiðu í Fólkatinginum, og fríggjakvøldið aftan á vera tey at finna aftur í Føroyahúsinum, har Høgni Hoydal og Juliane Henningsen fara at greiða frá arbeiði hjá Norðuratlantsbólkinum.