Sí videoupptøku av nebbafiskinum í Kirkjubø

Stórhvalurin rak inn á Kirkjubø fríggjadagin

Í ódnarveðrinum fríggjadagin varnaðust fólk í Kirkjubø, at okkurt stórt rak í fjørðinum. Talan var um ein nebbafisk, staðfesti Náttúrugripasavnið. Hesin er síðani rikin á land.

 

Stórhvalurin hevur ligið við Kirkjubø síðan fríggjadagin, men sambært Vágaportalinum hevur vaktarskipið Brimil í morgun gjørt eina roynd at sleipa hvalin burtur og sleppa honum á sjógv nakrar fjórðingar úti.

 

Um vikuskiftið hevur tað eydnast dronuframleiðaranum Loftmyndir at taka nakrar videoupptøkur av nebbafiskinum, meðan hann liggur á nesinum. Til ber at síggja upptøkuna omanfyri.

 

- Syrgiligt at hesin skal liggja so, vit kenna ikki søguna, men vóna hann hevur fingið frið, skrivar Loftmyndir á facebookvanga sínum.

 

 

Hygg eftir myndum av hvalinum, tá hann júst var rikin í land fríggjadagin HER.