Søtur musikkur í oyrunum á teimum privatu

Vit hava fingið eina góða kringvarpslóg, tí nú verða møguleikarnir nógv betri at seta privatar støðir á stovn, sigur Heðin Zachariasen í mentanarnevndini, løgtingsmaður


Kringvarp
 

- Hetta eigur at vera søtur musikkur í oyrunum á teimum privatu.
Tað er skoðsmálið, sum Heðin Zachariasen gevur nýggju lógini um Kringvarp.
Heðin Zachariasen er løgtingsmaður og limur í mentanarnevndini og hann er tí ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýuggju lógina
Og orsøkin til, at honum dámar lógina so væl, er, at hon fer at geva privatum nógv betri møguleika at seta privatar støðir á stovn.
Eisini hann viðgongur, at lógin um Kringvarp er ein politisk semja.
Í hesari semjuni ætla politikararnir, at um fimm ár skulu ùtvarp Føroya og Sjónvarp Føroya ikki longur sleppa at senda handilslýsingar.
Men afturfyri skal sjónvarpið sleppa at senda útlendskar, almennar rásir, eitt nú DR, NRK og aðrar.
 Kortini ásannar hann, at ongon ítøkilig ætlan er fyri, hvussu handilslýsingarnar í almenna Kringvarpinum skulu takast av.
- Tað verður ein spurningur, sum landsstýrismaðurin í mentamálum nú skal arbeiða víðari við og leggja til rættis, hvussu handilslýsingarnar skulu takast av.
Heðin Zachariasen sigur, at tað, sum privat, sum hava hug at seta støðir á stovn, ikki hætta sær undir tað, tí tey vita ikki, hvussu støðan við handilslýsingum verður.
Men nú hava tey privatu fingið greiða fráboðan um, at um fimm ár eru ongar handilslýsingar í almenna Kringvarpinum og so kunnu tey skipa seg eftir tí.
Annars heldur hann ikki, at tað verður í kapping í privata vinnu, at Kringvarpið eisini fær lógarfesta heimild at senda útlendskar, almennar støðir.
- Spurningurin er, hvussu privat Televarpið er. Tað er ein spurningur um vit ikki í veruleikanum hava hava tveir almennar eigara- tó at Føroya Tele verður einskilt.
- Men tað var eisini spurningurin um at koma til eina niðurstøðu og tað, sum nú er hent, er, at tað verður sett í lógina, at Sjónvarpið kann endurvarpa útlendskar rásir tá ið Sjónvarp Føroya annars ikki sendir.
Men tað liggur í kortunum, at eitt nýtt sendinet skal gerast til Kringvarpið?
- Tað liggur ikki í hesum málinum, tí hetta er ein heilt annar spurningur, sum ongin politisk støða er tikin til.
Heðin Zachariasen sigur, at spurningur um netið er ein spurningur fyri seg sjálvan.