Sáttmálin við Tipstænastuna komin undir land

Sáttmálin millum P/F Ítróttarvedding og donsku Tipstænastuna er komin undir land. Partarnir komu endaliga ásamt um innihaldið í sáttmálanum fríggjadagin fyrrapart.

Sáttmáli

Í eina viku hevur eingin sáttmáli verið á hesum økinum, og partarnir hava havt drúgvar samráðingar um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin fevnir um eitt fimm ára tíðarskeið, men báðir partar hava møguleika at siga sáttmálan upp, um viðurskiftini broytast munandi.
Tipstænastan vildi av fyrstan tíð hava felt í sáttmálan, at møguleiki skuldi vera fyri at minka um afturberingina til Føroyar. Hetta kundi føroyska felagið ikki góðtaka undir nøkrum umstøðum.
Tí hava føroyingar tryggjað sær, at um afturberingin minkar, so hevur Ítróttarvedding møguleika at siga sáttmálan upp við eitt ára uppsagnartíð. Tipstænastan hevur hinvegin eisini møguleika at siga sáttmálan upp, um ætlaða landsspælið verður sett á stovn, og um tað gerst ein ov harður kappingarneyti hjá dønum.
Tipstænastan hevði fyrst boðað frá, at hon ikki vildi gera ein sáttmála, sum var longri enn eitt ár, tí landsstýrið hevði ætlanir um at gera eitt stórt landsspæl.
Ítróttarvedding vildi hinvegin hava ein fýra ella fimm ára sáttmála og vísti á, at landsspælið einki samband hevði við spølini hjá Tipstænastuni, sum síðani kúvendi og góðtók tey fimm árini.
Heðin Mortensegn, stjóri í Ítróttarvedding, sigur, at næsta stigið verður at tryggja, at afturberingin til Føroyar ikki minkar. Hetta arbeiði má gerast í Fólkatinginum.