Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, fegnast um avtaluna, ið Atlantic Airways hevur gjørt um at flutning av ferðafólki úr sunnara parti av Noregi til oynna Melkoya uttanfyri Hammerfest.
Umfatandi byggingin hjá Statoil har á leiðini, sokallaða "Snøhvit" ætlanin, kastar sera nógv arbeiði av sær. Og nú ferðamøguleikarnir úr Føroyum gerast munandi betri, kann tað geva lata dyrnar upp fyri føroyskum fyritøkum og arbeiðsmegi.
Nú er sáttmálin hjá Atlantic Airways rættuliga nýggjur, men í Vinnuhúsinum hava tey longu tosað ítøkiliga um at gera eitt átak, har gjørt verður vart við føroyskar fyritøkur, Atlantic Airways byrjar flúgvingina.
- Eg haldi hetta vera ein upplagdan møguleika at gera vart við føroyskt vinnulív og føroyska arbeiðsmegi í samband við avtaluna hjá Atlantic Airways, sigur Jan Mortensen.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at nú minni arbeiði er í Føroyum kann tað vera kærkomið hjá føroyskum fyritøkum, sleppa tær upp í part í risa arbeiðinum hjá Statoil í Norðurnoregi. Eitt arbeiði, ið verður mett at kosta 45 milliardir norskar krónur.
Samband við Statoil
Vinnuhúsið ætlar sær eisini at seta seg í samband við Statoil, fyri at bjóða føroyskar fyritøkur og arbeiðsmegi fram.
- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv kann fáast burturúr. Men einki er at ivast í, at føroyingar við sáttmálanum hjá Atlantic Airways nú hava fingið ein fyrimun, sigur Jan Mortensen, ið ynskir føroyska flogfelagnum tillukku við sáttmálanum.