Sáttmálarnir eru ov høgir

? Okkurt má gerast, áðrenn tað gongur galið hjá øllum fiskiflotanum, sigur reiðarin og skiparin í Hvalba, Mikkjal Hammer. Nú tað stendur á gomlum nøglum millum reiðarar og fiskimenn, og semingsstovnurin í dag byrjaði sínar semingsroydir, hevur Mikkjal Hammer, sum bæði er reiðari og hevur ført skip ein stóran part av sínum lívi, hug til at geva sína meining um sáttmálaviðurskifti til kennar.

- Hóast tað hevur gingið væl hjá nøkrum ísfiskaskipum at fiska og selja í farna ári, liggur kortini lítið eftir hjá teimum, sum eiga og skulu reka hesi skipini.

Mikkjal er onga løtu í iva um, at sáttmálarnir hjá manningunum í síni heild eru ov høgir, og at ov lítil partur av veiðivirðinum liggur eftir hjá skipunum.

- Tað eru altíð nøkur skip, sum fáa tað at bera til, men vit noyðast sjálvandi at hyggja eftir heildini. Eingin ivi er í mínari verð um, at býtið millum tað, sum skipini eiga eftir og tað, sum manningin eigur eftir, ikki kann halda fram sum er. Sáttmálarnir mugu lækkast nakað ? ella eisini mugu viðurskifti broytast sum gera, at býtið partanna millum hongur betri saman.

Hann heldur ikki, at tað í longdini fer at bera til, at inntøkur hjá fiskimonnum umborð á eitt nú lemmatrolarum liggja um einar 600.000-700.000 krónur um árið, samstundis sum skipini, sum hesir menn sigla við, hava trupult við at fáa endarnar at røkka.

- Hýruprosentini eru ov høg, og oljan fer avstað við einum alt ov stórum parti av tí, sum skuldi ligið eftir hjá skipinum.

Mikkjal Hammer sigur, at hendir einki, sum javnar býtið millum skip og fiskimenn nú, fer tað skjótt ikki at loysa seg at loysa skipini.